Vit sakna uppbyggjandi kritikk

- Ummælararnir eiga at gera sær greitt, hvørjar fortreytir miðlarnir arbeiða undir og taka støði í tí, siga teir báðir Tróndur Djurhuus og Jógvan Jespersen, ið eru stjórar í ávikavist Sjónvarpinum og Útvarpinum.

Um kanónirnar fara at verða vendar ímóti Tróndi Djurhuus og Jógvani Jespersen hvønn fríggjadag frá í dag av, fer tíðin at vísa, men báðir stjórarnir í loftmiðlum okkara heilsa ummælarateigurin í Sosialinum vælkomnan at vera.

- Tað hevur stóran týdning at fáa undirbygd ummæli. Tá ið loftmiðlarnir fáa nakað at vita er tað mangan impulsivt fís ella herðaklapp. Sjáldan fáa vit konstruktivan kritikk, sum vit kunnu brúka til nakað. Eg sakni yvirhøvur kritikk til samfelagsgongdina og til økið, eg umboði, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í SvF.

- Av einum ummælara krevst, at hann er konstruktivur. At viðkomandi hevur gjørt sær púra greitt, at hann ella hon gevur kritikkin í tí treysti, at hann er við til at gera miðilin betri. Tí eiga kritikararnir at hugsa abstrakt, skilt á tann hátt, at viðkomandi ikki hongur seg í smálutir, men heldur hyggur yvirornað at miðlinum. Smálutir kunnu sjálvandi brúkast sum dømi um eitthvørt sum er gott ella ringt.

- Ummælarin eigur at síggja miðilin við eygunum hjá vanligum fólki. Ofta hava vit sæð aðra staðni, at lítið samsvar er millum áskoðanina hjá ummælarunum og hjá vanliga brúkaranum. Harvið ikki sagt, at ummælarin bara skal fylgja meirlutanum. Samstundis eigur hann at síggja miðilin í mun til eitt ella annað ideal, - teoriirnar skulu vera í lagi um somu tíð sum hann skal duga at liva seg inn í, hvussu vanligi hyggjarin hugsar.

- Fyri ikki at fáa medarbeiðararnar á loftmiðlunum til alla tíðina at føla, at tað er nakað lort teir gera, eiga ummælararnir at vita og fata, hvørjar fortreytir miðlarnir arbeiða undir í Føroyum. Tað er niðurbrótandi fyri starvsfólk, ið undir ávísum arbeiðsumstøðum royna sítt besta. At ávís øki ikki verða nóg væl dekkað er ikki tí, at tey eru líkasæl, men tí at stovnurin er noyddur at raðfesta út frá givnum fortreytum.

- Vit taka altíð uppbyggjandi kritikk til eftirtektar. Hvassastu og mest kontantu kritikkararnir eru starvsfólkini á stovninum. Tað er gott at fáa kritikk úti frá eisini, vit taka hann upp, men lova ikki, at vit fara at leggja linjuna um alt eftir, hvat ummælararnir siga, sigur Tróndur Djurhuus.

Hann hevur kortini eitt hjartasuff og tað er, at fólk hava lyndi til at seta SvF og ÚF upp ímóti hvør øðrum sum um, at mistøk, ið verða gjørd í ÚF gagna SvF.

- Vit eru ikki mótstandarar. Vit kappast á summum økjum, men skulu helst supplera hvønn annan á øðrum økjum


Eitt fjølbroytt útboð

Eins og sjónvarpsstjórin heldur stjórin í útvarpinum, at ummælararnir eiga at hava fyri eyga, hvat fyri fortreytir miðlarnir arbeiða undir.

- Ummæli eru av stórum týdningi, tí tey eru eitt amboð, sum vit kunnu brúka til at gera sendingarnar enn betri. Tað hevur týdning at fáa aftursvar frá lurtarunum og harvið fáa eina hóming av, hvat tey halda. Vit fáa viðmerkingar úr bløðunum, vit brúka fólk uttanifrá, sum siga sína hugsan um sendingarnar. So er upp til okkum at sálda frá og taka til okkum. Eisini gera vit lurtarakanningar, sum geva eina mynd av, hvat fólk lurta eftir. Í teirri seinastu, har 1200 fólk tóku lut, høvdu fólk eisini høvi at siga meiri beinleiðis, hvat tey hildu vera gott og ringt, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í ÚF.

- Vit hava ein avmarkaðan fíggjarkarm, men vit royna at skapa eitt heilskapað tilboð innan hesar karmar. Hetta eiga kritikararnir at taka støði í. Høvdu vit havt víðari karmar vóru ymisk viðurskifti bæði øðrvísi og betri. Í alt senda vit 5000 tímar um árið, ið spenna líka frá undirhaldi til upplýsing og annað. Vit royna at spjaða okkum so frægt vit kunnu, øll vilja hava meir, men vit kunnu ikki slíta økini sundur og t.d. stovna eina mentadeild, sum fleiri hava borið upp á mál. Tað eru vit ov lítil til, sigur Jógvan Jespersen.

- Tað hevur eisini týdning, at ummælararnir hyggja at hvørjum samanhangi sendingarnar skulu síggjast í. Eitt gott ummæli er tá ið vit síggja, at tað er nakað vit kunnu gera øðrvísi og betri enn onnur.

- Fíggjarorkan verður ikki nógv størri enn hon er. Tí er uppgávan at koppa øllum á og spyrja, hvussu vit kunnu fáa meiri fyri tað sum er. Og tað royna vit.

- At farið verður undir at ummæla í blaðnum er gott, men tað hevur víst seg, at slíkt gongur bert eina tíð. Tað er ringt at fáa fólk, sum vilja og tíma at ummæla í longri tíð, lutvíst tí tey sum verða ummæld eru eitt sindur sart. Tað hava vit eisini merkt í Útvarpinum, sigur Jógvan Jespersen.