Vit skulu hava fólkavaldan forseta?og ríkisumboðið skal takast av

?Vilja føroyingar sleppa undan óneyðugum kegli við danir, er at halda seg langt vekk frá Frederik Harhoff, tí hann er ikki viðurkendur av teimum donsku statsrættarkønu

? Føroyingar skulu hava eina fólkavaldan landsforseta. Harafturat skal ríkisumboðið takast av, og ístaðin skal koma ein ríkiseindarnevnd.

Hetta sigur Ólavur Christiansen m.a. í nýggjari bók, sum Ólavur Christiansen gevur út hetta vikuskiftið.

Í bókini viðgerð hagfrøðingurin nógvar áleikandi spurningar um føroyskt vinnulív og um viðurskiftunini ímillum Føroyar og Danmark.

Bókin ?Villinistíggir Upplýstir? er 225 síður stór við teksti og nógvum forkunnugum myndum í og hon kostar 237 krónur.

Bókin er býtt sundur í tveir partar.

Í fyrra parti viðgerð høvundurin ymisk vinnulívsmál.

Í øðrum parti viðgerð hann støðuna ímillum Føroyar og Danmark og hevur m.a. eitt uppskot til lóg um Stjórnarskipan Føroyar.


Leggja hópframleiðslu afturum seg

Í vinnulívspartinum lýsir Ólavur Chrsitiansen m.a. gongdina í teimum framkomnum ídnaðarlondunum, sum eru í ferð við at leggja vælkendu hópframleiðsluna afturum seg, og eru farin yvir til beinrakna framleiðslu.

? Eitt nú verður hópframleiðsluhátturin ikki brúktur longur, tá ið bilar verða gjørdir

? Í Føroyum kenna vit hópframleiðslu av flakavirkjunum.

? Hinvegn eru nógv av teimum minni framkomnu londunum farin at yvir yvir til hópframleiðslu, og tað kunnu tey gera av tí at tey hava lægri lønarlag og tí eru kappingarfør.

? Men vansin hjá teimum framkomnu londunum, er, at fara tey ikki yvir til beinrakna framleiðslu, er vandi fyri at tey tapa í kappingini við tey hópframleiðandi virkini í teimum meiri tilafturskomnu londunum.

Ólavur Christiansen sigur, at kjarnin í beinraknari framleiðslu er, at tað er ikki bara stjórin, sum skal gera ?tonkiarbeiðið? og flyta tað niður í hendurnar á arbeiðsfólkinum.

? Í beinraknari framleiðslu er tað ein avgerandi táttur, at alt heilavirksemið hjá hvørjum einasta fólki á virkjunum verður gagnnýtt til fulnar.

Í bókini viðgerð Ólavur Christiansen, hvørji ítøkiligu tiltøk skulu setast í verk fyri at tað skal eydnast.

Hann sigur, at eitt virki, sum gekk undan í beinraknari framleiðslu, er Toyota, sum, legði til brots í sekstiárunum.

?Toyota var at kalla púra ókent í vestueheiminum tá. ? Men longu í áttatiárunum var Toyota við at renna allan amerikanska bilídnaðin um koll, og ikki fyrrenn tá raknaði amerikanarar við og noyddust at leggja um til beinrakna framleiðslu fyri at standa seg.

? Men tað, at amerikanarar høvdu so leingi um at leggja um til beinrakna framleiðslu, gjørdi, at frá at vera eitt land við stórari nettoogn í útheiminum, gjørdist USA til eitt land við stórari nettoskuld í útlandinum, sigur Ólavur Christiansen.


Ein bleyt millumloysn

Umframt vinnulívspartin, viðgerð Ólavur Christiansen eisini nágreiniliga viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark.

Eitt nú hevur hann gjørt eitt uppskot til, hvussu viðurskiftini ímillum bæði londini skulu skipast framyvir.

Ólavur Christiansen hevur valt tað bleytu millumloysnina. Hann sigur, at hansara uppskot líkist mest tí hjá javnaðarflokkinum, men hann hevur gjørt tað meiri ítøkiligt og hevur lagt ymiskt afturat.

Eftir uppskotinum skal ríkisfelgsskapurin varðveitast.

?Men Føroyar verða eitt land við egnum marki, egnari stjórnarskipan og egnum stýri.

Føroyingar skulu hava fólkavaldan forseta, sum útnevnir løgmann og koyrir hann frá eftir vanligum reglum.

?Saman við løgmanni, ella avvarðandi landsstýrismanni, skal forsetin staðfesta tær lógir, sum løgtingið hevur samtykt.

? Uttan gylduga heimild kann løgmaður ikki sýta at staðfasta lógir, sum løgtingið hevur samtykt.

Ólavur Christiansen skjýtur eisini upp at avtaka ríkisumboðið og at seta eina 10 manna ríkiseindarnevnd. Danski kongurin skal útnevna fimm limir í ríkiseindarnevndina og føroyski landsforsetin hinar fimm limirnar.

Nevndin skal hvørt ár skriva fólkatinginum og løgtinginum frágreiðing um øll viðurskifti og øll mál av týdningi ímillum Føroyar og Danmark.

? Fólkatingið, danska stjórnin, løgtingið og landsstýrið kunnu biðja ríkiseindarnevndina um nágreiniliga lýsing av ávísum viðurskiftum.

? Eftir umbøn frá løgtinginum kann kongur útnevna føroyska lansforsetan til ríkisins umboðsmann í Føroyum.

? Ella kongur útnevnir ein annan til embætið, tá ið landsforsetin ikki røkir hesa uppgávuna.

Ólavur Christiansen sigur, at føroyingar kunnu yvirtaka øll mál til føroysk sermál, uttan nøkur ávís mál.

Talan er t.d. um verjumál, ávís uttanríkismál o.a.


Haldið tykkum langt vekk frá Harhoff

Annars ávarar Ólavur Christiansen føroyingar ímóti at krøkja seg fast uppí danska fólkarættarfrøðingin, Frederik Harhoff, sum annars mangan er nevndur, tá ið viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark verða viðgjørd.

Men honum heldur Ólavur Christiansen, at vit skulu halda okkum langt, burturfrá.

? Í nýggju bók míni geri eg upp við Frederik Harhoff, sum annars hevur skrivað eina doktararitgerð um ríkisfelagsskapin.

? Vilja føroyingar hava, at samráðingarnar ímillum Føroyar og Danmark skulu ganga væl, so er at halda seg langt, langt vekk frá Harhoff.

? Í bókini vísi eg á, og prógvi, at sumt at tí hann skrivar er beinleiðis skeivt. ? Hann hevur ikki kannað sínar keldur nóg væl og hann kemur til skeivar niðurstøður.

? Men tað mest avgerðandi er, at hann er ikki viðurkendur av teimum donsku statsrættarkønu í teimum týdningarmiklu ráðharrastovunum.

? So um vit krøkja vit okkum uppí hann, leggja vit okkum sjálvum meinbogar í vegin tí tað fer bara at elva til óneyðugt kegl við danir.

Hinvegin mælir Ólavur Christiansen til, at byggja samráðingarnar á Alf Ross, sum er faðirin at heimastýrislógini, tí hann er so mikið greiður, at hansara sjónarmið er væl brúkilig enn.

Hinvegin dugir hann ikki at síggja, at nakað sum helst avgerandi er at seta fingurin á í loysnini, sum hann hevur skotið upp.

Sjálvur við Ólavur Christiansen ikki út við, hvar hann stendur í fullveldismálinum.

? Eg eri fullkomiliga uttanveltaður. Men eg helt, at bæði vinnulívsmálini og framtíðarstøða Føroya eru ein so stór avbjóðing, at eg fekk hug at lýsa ymisk mál í hesum sambandi.

M.a. sigur hann, at í bókini skjalprógvar og lýsir hann ymisk mál, sum ongantíð fyrr hava verið frammi í sambandi við heimastýrislógini, t.d. um, hvat hendi undir krígnum og, hvat fór fram, áðrenn heimastýrislógin kom í gildi.

Tó leggur hann stóran dent á, at hann tekur als ikki støðu til tað búskaparliga í spurninginum um meir og minni fullveldi.


- - - -


Kendir lesarar um nýggju bókina hjá Ólavi Christiansen


Serstakliga forvitnisligar eru frásagnirnar um hendingar undir 2. heimsbardaga og eisini um upprunan til heimastýrislógina.

Ó. Breckmann, løgtingsm, og fólkatingsm.

- - -

Kundi ikki sleppa bókini fyrrenn eg hevði lisið hana at enda. Hon er skrivað á løttum føroyskum máli.

Ragnar Magnussen, handilsskúlastjóri

- - -

Høvundin er ósmæðin í lyftum sínum til lesaran, men eg kendi meg ikki sviknan.

Jenis av Rana, lækni og løgtingsm.

- - -

Forvitnislig og spennandi lýsing av vinnulívinum. Høvundin noyðir teg at hugsa av nýggjum.

Róland Høgnesen, søgufrøðingur

- - -

Bókin er hugvekjandi, tá ið tað snýr seg um vinnuliga partin, djørv tá ið tað snýr seg um politiska partin

J. Eidesgaard, løgtingsm. og fólkatingsm.

- - -

Tað verður munandi lættari at luttaka í samfelagskjakinum , tá ið tú hevur lisið hesa bók.

Heri Mohr, fyrrv. stjóri á Gjaldsstovuni

- - -

Leiðslur og starvsfólk í fyritøkum fara at fegnast um hesa bók, sum tey eiga at lesa aftur og aftur

Kjartan Kristiansen, menningarstjóri

- - -

Bókin er skrivað av vitandi manni við miklum íblástri

Steinbjørn B. Jacobsen, rithøvundur