Tjóðveldið hevur fingið eitt valevni afturat upp á listan til løgtingsvalið, sum verður seinni í summar.
Tað er eitt valevni í tí yngra endanum. Talan er nevniliga um Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum tann stóra fjøldin av fólki kanska kennur best úr Kringvarpinum, har hon arbeiðir av og á, tá ið brúk er fyri tí.
Hon heldur, at nú er stundin komin til at vit fáa eina nýggja barsilsskipan - men hon tekur ikki undir við, at ein partur av barnsburðarfarloyvinum skal markast til pápan. Sostatt dregur hon ikki somu línu á hesum øki sum onkur tingfólk í Tjóðveldi gera.
– Eg haldi, at mammur og pápar skulu sjálvi gera av, nær, hvør og hvussu leingi tey fara í farloyvi, sigur hon.
Hon er sannførd um, at foreldur í Føroyum sjálvi vita, hvat er best fyri síni børn.
– Prinsipielt haldi eg, at vit skulu avtaka mammu- og pápakvotur, og tað fari eg at arbeiða fram ímóti, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir.
- Vit skulu gera føroyskar loysnir fyri føroyingar. Barsilsskipanin er bert eitt dømi um eina skipan, sum er komin frá okkara grannalondum. Saman kunnu vit sjálvandi gera nýggjar, føroyskar loysnir fyri okkum, sum rigga til okkara tíð og familjulív, sigur hon,