Vit skulu út at spæla fótbólt

Í B36 hava tey lagt stóran dent á fyrireikingarnar til dystin. Umstøðurnar til hesar eru eisini í toppi í Vildbjerg, har hópurin heldur til, og venjarin tykist ikki vera í iva um, hvussu hansara lið skal fara inn til dystin

Í fjør vóru atfinningarsomu røddirnar nógvar í tali, tá B36 valdi at avgreiða útidystin móti lettiska Metalurgs eftir einum degi.
Ta ferðina varð úrslitið ein sekkur av teimum stóru, og tað kann ikki útilokast, at ein slíkur aftur kann koma móti sterka FC Midtjylland. Men fyrireikingunum bilar so einki hesaferð. Longu mánakvøldið fór B36-hópurin við flogfari til Billund, og eftir góðan tíma í bussi, varð steðgað í Vildbjerg, sum einans er eitt stórt korter frá SAS-arenuni, har spælast skal hóskvøldið.
Í Vildbjerg verður búð og vant á stóra frítíðardeplinum, sum er í býnum, og valla kann sigast annað enn, at umstøðurnar til fótbólt eru í toppi. 25 væl trimmaðir venjingarvallir liggja kring depilin, og umstøðurnar at eta, fáa massasju og annars bara at hvíla seg eru júst soleiðis, sum tær skulu verða.

Týdning at ferðast tíðliga
Tað kann tó viðhvørt gerast heldur langligt, soleiðis bara at venja og hvíla, og millum annað tí varð týskvøldið eisini nýtt til eina bowling-ferð til Herning.
Her fingu vit orðið á Sigríður Clementsen, venjara hjá B36, og hann tóktist eisini vera sannførdur um, at góðar fyrireikingar og umstøður til hesar eru ein týðandi partur av tí spælinum, sum eitur altjóða fótbóltur.
- Vit gjørdu tað í øllum førum gott í Íslandi, og tí valdu vit at fara fram eftir sama leisti hesaferð. Ikki minst á tann hátt, at farið varð avstað í góðari tíð, soleiðis at tú fært vant og spælt á grasi. Og umstøðurnar hjá okkum í Vildbjerg eru heilt í topp. Tað er veruliga nakað, sum vit eru fegnir um.
Og góðu fyrireikingarnar vóru kanska eisini partur av góða avrikinum í Íslandi?
- Tað halda vit í øllum førum at tær vóru. Hesaferð er so talan um eitt heilt annað lið, so tað skal verða talan um meira enn bara fyrireikingar, um vit skulu røkka einum góðum úrsliti móti FC Midtjylland.

Neyðugt við broytingum
Sum venjari hevur Sigfríður sjálvandi eisini havt eitt eyka vakið eyga við FCM hesa seinastu vikuna. Men hóast hetta hevur fevnt um meira enn bara vikuligu útgávuna av Onside, so tykist hann ikki vilja siga so øgiliga nógv um mótstøðuna.
- Sjálvandi hava vit hugt væl og virðiliga eftir teimum, men tað nýtist jú ikki at siga so nógv. Vit ikki, hvussu liðið hjá teimum fer at síggja út hósdagin, og móti einum føroyskum liði spæla teir helst ikki á sama hátt, sum teir gera í heimligu kappingini. Tað kann í øllum førum roknast við, at teir verða ein tonn meira framrættaðir.
So hjá tykkum ræður kanska fyrst og fremst um at skipa verjupartin nóg væl?
- Ja. Vit skulu standa rætt defensivt. Tað er ikki so øgiliga nógv meira at siga um tað.
Og tú verður so noyddur at fremja nakrar broytingar í mun til dystirnar móti ÍBV, nú tveir spælarar - Fróði Benjaminsen og Bergur Midjord - eru leikbannaðir.
- Ja. Har eru so tveir, sum eg ikki fái brúkt, og so má eg koyra tveir mans inn ístaðin.
So sjálvt uppleggið verður kanska ikki so nógv øðrvísi fyri tað.
- Nei. Tað verður nokk ein 4-2-3-1, ella hvussu tað eitur. Tað vil siga, at vit koma at hava ein mann á toppinum, og so tveir verjukendar miðvallarar. Tað vil siga, at á talvuni verður útgangsstøðið tað sama, sum tað var móti ÍBV.
Venjarin vil ikki seta nøkur nøvn á, men ein upplagdur møguleiki er í øllum førum, at Klæmint Matras fer at røkja miðverjusessin saman við Pól Thorsteinsson, eins og teir gjørdu tað móti HB. So er spurningurin, hvørt ein nýggjur maður kemur inn á miðvøllin saman við Mikkjal Thomasen og Inga Højsted. Ella um Allan Mørkøre verður tikin aftur á hetta plássið, meðan Óbi fer at stríðast á einsamalla álopssessinum.

Vilja hava nakað burturúr
Tá tosið snarar seg inn á sjálvt úrslitið og vónirnar til hetta, vil B36-venjarin ikki leggja nøkur tøl á borðið. Men hann er avgjørdur í, at tað er umráðandi hjá liðnum, at lærdómur og upplivingar koma burturúr.
- Eitt gott úrslit er, at vit fáa nakað fótbóltsligt burturúr. Eg vil ikki hava, at vit bara skulu standa afturi í verjuni og gúppa bóltin niðan, men vil hava okkum at royna at spæla okkum niðaneftir. Tað ræður um at njóta upplivingina, og at fáa nakað fótbóltsliga burturúr.
So tað verður ikki eitt B36 lið, sum fer at standa við 10 monnum í brotsteiginum, sum áskoðarnir fáa at síggja hóskvøldið.
- Tað læra vit einki av, og so hava vit einki fingið burturúr, staðfestir venjarin at enda.