- Mín leiklutur í Norðurlandahúsinum er, at gera tað sum leiðslan stingur í kortið. Sostatt havi eg onga ávirkan á um prixið verður hildið ella ikki. Men tá tað er sagt, so haldi eg at prixið hevur verið ein góður møguleiki hjá føroyskum tónleikabólkum at royna síni evnir, greiðir Fróði frá.
- Tað er altíð tungt hjá mær, at hoyra fólk kjakast um Prix Føroyar tiltakið skal tað vera, ella ikki vera? Eg eri góður við tiltakið, hóast tað er tungt at skipa fyri tí, so er tað blivið ein partur av mær og mínum arbeiði. Av tí sama má eg siga, at eg vóni ikki at tað verður avtikið, vísir Fróði á.
Broytingar
Frá 1995 til 2005 hevur Prix Føroyar verið merkt av broytingum. Ofta hava røddir verið frammi um, at hesar broytingar hava verið óhepnar, og spurdu vit Fróða um hví hesar broytingar hava funnið stað.
- Vit meta at tað er neyðugt, at vit tora at flyta okkum. Vit vilja sjálvandi altíð royna at betra um tiltakið, og tískil hava vit tillaga tað leypandi. Um onkur broyting hevur verið óheppin, kunnu vit altíð fara aftur til tað sum riggaði betri.
Spurdur um hvørjar nýggjar broytingar hann kundi hugsa sær, sigur hann soleiðis.
- Kanska hoyrdi prixið slettis ikki heima á AME tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Kanska skuldi vit bara havt funnið ein vinnara í semifinaluni suðuri í Trongisvági, og harvið skilt AME frá Prix Føroyum. Eg haldi ikki, at prixið var líka spennandi, tá ið bara tríggir bólkar kappaðust í finaluni. Tað misti okkurt, og eg haldi, at øll merktu tað. Sostatt er tað hugsandi, at man eina aðru ferð hevði valt at avgjørt Prix Føroyar kappingina, og síðani bjóða vinnaranum at spæla til AME tiltakið.
Fróði greiðir eisini frá, at kappingar í útlondunum eru komnar og farnar.
-Kappingar sum DMA o.s.fr. følna burtur, og tað er kanska tí, tær eru ov læstar í sinum formi. Vit meta tað verða okkara styrki, at vit tora at broyta tiltakið, soleiðis at tað verður verandi nýtt og frískt.
- Eg kann tó lova, at um Prix Føroyar verður hildið aftur, so verða onkrar broytingar gjørdar, staðfestur Fróði.
Alment tiltak
Hvat heldur Fróði um, at tað almenna skipar fyri tílíkum kappingum?
- Nú er tiltakið ikki serliga alment. Norðurlandahúsi hevur sum endamál, at skapa áhuga fyri føroyskari mentan, og at geva henni ein pall. Sostatt er Prix Føroyar beinleiðis í trá við endamálið hjá Norðurlandahúsinum. Men fíggjarligi karmurin hjá prixnum, er ikki nógv tengdir av tí almenna. Vit fáa 50.000 krónur frá tí almenna, og tað er ikki so nógv, tá ið tú hugsar um støddina á prixnum. Hinvegin, so fáa vit dyggan peningaligan stuðul frá privatum sponsorum. Sostatt er tað nógv meiri tann privati sektorurin sum stendur fyri prixnum enn tann almenni.
GBOB og Prix Føroyar eru tvey ymisk tiltøk
Fróði fæst ikki at siga, um hann metir GBOB kappingina verða eina natúrligan avloysara fyri Prix Føroyar.
- Alt gott um GBOB kappingina, men hon er nakað heilt annað enn Prix Føroyar. Fyri tað fyrsta, so er prixið føroyskt, og hetta merkir at vit kunnu tillaga kappingina soleiðis sum okkara tørvur og áhugi er GBO er ein útlendsk kapping, sum hevur nakrar fastar karmar. Hesar karmar kunnu vit ikki broyta og tillaga eftir okkara tørvi, sigur hann.
- Eisini er stórur munur á framførslunum. Í GBOB spælir hvør bólkur í 8 minuttir, meðan bólkarnir spæla í 20 minuttir í Prix Føroyum. Tað krevur nakað heilt annað frá bólkunum, og bólkarnir mugu hava meiri heimagjørdan tónleik, fyri at luttaka á prixnum. Men tá ið tað er sagt, so dugi eg eisini væl at síggja, at tað krevur eina topp-professionella framførslu, um tú bara hevur 8 minuttir at framføra í. Hetta vísir bara hvussu ymisk tiltøkini eru.
- Eisini haldi eg at tað er týdningarmikið, at bólkarnir fáa eina ordiliga ljóðroynd, soleiðis at teir sleppa at framføra sín tónleik í góðum umstøðum, sigur Fróði.
Men er pláss fyri báðum tiltøkunum.
- Ja, tað fer tíðin at vísa. Eg ímyndi mær, at tað er pláss fyri báðum tiltøkum, av tí at tey eru so ymisk. Men eg haldi, at tað fer at verða eina stórur saknur í Prix Føroyum, um tað fer í søguna. Kanska ikki beinanvegin, men vit fara at merkja eitt stórt tómrúm, um so verður, sigur Fróði Vestergaard at enda.