Vit stevna inn í næstu øld við góðum treysti

? Vit eiga í dag nógv gott fólk, sum væl og virðiliga kann føra hesa stoltu tjóð til nýggjar hæddir. Tað er ein frøi at síggja hvussu okkara fiskivinna hevur fingið fótafestið aftur eftir kreppuna fyrst í nítiárunum, segði Jákup Sverri Kass, løgtingsmaður, tá ið hann í dýrdarveðrinum seinnapartin mikudagin setti ólavsøkuna

? Vit eiga at hjálpa nýggjum vinnuvegum á veg, fyri at kunna hava meira enn eitt bein at standa á tá ið fiskaprísirnir og fiskurin fer at minka.

? Tað má og skal verða eitt mál at hava fremst í huga í 21.øld.

Hetta segði Jákup Sverri Kass, løgtingsmaður, sum hesuferð hevði fingið tann heiður at sleppa at seta Ólavsøkuna 1999.

Í setanarrøðu síni hesa vælsignaðu Ólavsøkuaftan vísti hann á, at hetta er seinasta Ólavsøkan í hesum ártúsund

? Tí mugu vit heldur gera okkara til at hetta verður tann besta Ólavsøkan í hesi øldini, legði hann afturat


Má upplivast

Jákup Sverri Kass segði, at Ólavsøkan er teir báðir dagarnar har havnarfólk eins og bygdafólk koma saman at heiðra Ólav Halga, sum boðaði Sigmundi kristindómin í 999.

? Men Ólavsøkan er meira enn tað farna, - hetta er dagarnir har vit fara ein gongutúr í byin at hitta skilfólk, vinir og kenningar, sum vit ikki síggja í gerandisdegnum.

? Tað, at fólk úr øllum landinum koma saman her í Havn at halda Ólavsøku, ger at Ólavsøkan er nakað serligt fyri okkum øll, sum búðleikast her á oyggjunum.

? Stemningurin kann ikki greinast ella lýsast - hann má upplivast segði Jákup Sverri Kass.

Hann segði, at tað var onki veður, sum kundi forða fólki í at koma saman í miðbynum í Havn at seta Ólavsøkuna og hann helt, at tað var væl, at vit høvdu klárað at hildið hendan siðin øll hesi árini.

? Tað at koma til Havnar; er ikki bara nakað, sum hendir.

? Tað eru vit øll, hvør einstakur av okkum, sum er við til at gera Ólavsøkuna til tað hon í dag er.

? Eisini er stuttligt at síggja at ferðafólk ofta leggja leiðina soleiðis, at teY fáa Ólavsøkuna við - eisini tey eru eitt kærkomið ískoyti til Ólavsøkuna.


Ein ótrúlig menning

Nú ólavsøkan verður sett, stendur ein hópur av ítróttarfólki á Tinghúsvøllinum. ? Tað er heilt ótrúligt hvussu nógv umstøðurnar hjá ítrottarfólkum her á landi eru batnaðar seinastu árini.

? Frá at hava bert tað allarneyðugasta, hava føroysk ítróttarfólk í dag, nógv betur møguleikar og umstøður at íðka síni ítriv enn tey høvdu fyri bara 30 árum síðani. ? Hetta hevur gjørt, at ítrótturin hevur havt høvi til at menna seg og úrslitini tey síggja vit eru har eftir.

? Fótbóltur er farin av grúsi á gras - hondbóltur farin av asfalti í innandurahallir, svimjingin farin frá at verða uttandurða til innandurðar, - Ítróttar- og fimleikahallirnar hava eisini slóðað fyri nýggjum ítróttargreinum, so sum - badminton, flogbólti, fimleiki og øðrum ítrótti, sum húsast innandura.

? Alt hetta hevur ført við sær at føroyingar í dag kunnu kappast á altjóða støði á jøvnum føti við aðrar tjóðir.


Kappróðurin hin sami

Jákup Sverri Kass helt, at øðrvísi er við kappróðrinum.

? Hann líkist í dag nógv tí hann gjørdi fyri 30 - 40 - 50 árum síðani - kanska er hann blivin meira skipaður og seriøsur, men bátarnir í dag eru ikki nógv broyttir tey seinastu nógvu

árini.

? Og tað er at fegnast um at vit hava varðveitt hendan ítrótt í sama líki. ? Kappróður er okkara tjóðarítrótt - tað er eisini hann sum setur sín dám á flestu stevnu!

? Tað er nakað serligt at spáka sær ein túr oman á kajuna og hyggja eftir, hvussu tað gongst hjá teimum nærmastu ella hjá vinfólki á Ólavsøkuróðrinum.

? Ja, og um man ongan kennir av teimum, sum rógva, ella ikki hevur áhuga fyri kappróðri, so fær man tíðina at ganga við at tosa við fólk og hugna sær.

Men løgtingsmaðurin helt, at hóast ítrótturin hevur ment seg ómetaliga nógv hesi seinastu mongu árini - so mugu vit ikki gevast her

?Vit mugu øll somul standa saman um at føra ítróttin enn meira fram í komandi øld.


Kann ikki gerast upp í pengum

Nú nevndi Jákup Sverri Kass mest ítrótt.

Men hann segði, at vit máttu heldur ikki gloyma anna felagsarbeiði, eitt nú skótarørsluna, og annað felagsarbeiði sum hevur ein ómetaligan stóran tydning fyri trivnaði hjá hvørjum barni og vaksnum.

? Alt tað sjálvbodna arbeiði, sum lagt verður í slíkt felagsarbeiði kann ikki gerast upp í pengum - fólk gera tað av áhuga og av felagskenslu - og soleiðis eigur tað eisini at verða.


Við góðum treysti

Løgtingsmaðurin vísti á, at í dag eru føroyingar ein framkomin fiskivinnutjóð, og hann helt, at vit stevna inn í næstu øld við góðum treysti.

? Vit eiga í dag nógv gott fólk, sum væl og virðiliga kann føra hesa stoltu tjóð til nýggjar hæddir.

? Tað er ein frøi at síggja hvussu okkara fiskivinna hevur fingið fótafestið aftur eftir kreppuna fyrst í 1990. ? Takka verið dugnaskapi, dirvi og treysti, hevur tað eydnast okkum at fingið fiskivinnuna og harvið Føroyará føtur aftur.

Men hann helt kortini, at meiri skuldi til.

Tí hann segði, at vit eiga eisini at hjálpa nýggjum vinnuvegum á veg til tess at kunna hava meira enn eitt bein at standa á tá ið fiskaprísirnir og fiskurin fer at minka.

? Tað má og skal verða eitt mál at hava fremst í huga í 21.øld. segði hann.

Hann helt, at tíðin er komin har vit føroyingar eiga at stremba meira eftir at gerast meira sjónligir í altjóða samanhangi og hetta klára vit best um vit standa saman sum eitt fólk og ein tjóð.

?Vit mugu í næstu øld stremba eftir at gerast meira sjálvbjargin - til tess at vísa okkum sjálvum og umheiminum, at vit eru uppgávuna vaksin.


Ein partur av okkara arvi

Jákup Sverri Kass segði, at tað er eingin ivi um at Ólavsøkan er partur av okkara mentan - okkara arvi. ? Ólavsøkan er ein tjóðarhátíð, sum eingin onnur. ? Fólk fáa høvi at fara til framsýningar - leikir - ríðing - kirkju og samkomu tiltøk - føroyskan dans - enskan dans - útboðini tróta ikki her á Ólavsøku.

? Tað, at fara til tílík tiltøk á Ólavsøku er alt nakað, sum vit ikki fáa høvi til aðrar dagar íav árinum.

Í veruleikanum er hetta at seta sær tveir dagar av til at gera nakað av tí, sum vit ikki fáa høvi til aðrar dagar.

Hann segði, at í hansara hugaheimi er ólavsøkan ein partur av føroyskari mentan Men tað, hann sjálvur setti í samband við føroyska mentan er nakað av tí, sum hann føldi, gjørdi hann til ein føroying.

? Mentan er fyri meg: - søgan - málið - kristindómurin- siðirnir - sagnirnar - Ólavsøkan - nátturan - grind, spik, ræst kjøt - fjallgonga - seyðurin - útróður - fiskiskapur osfr.

? Mentan fyri meg er nakað av tí sum hevur havt árin á meg ímeðan eg eri vaksin upp og við tað at eg havi - sum so mong onnur havnarfólk foreldur ella skyldfólk av bygd, so havi eg tikið nógv at bygdamentalitetinum til mín.

? Eg havi hoyggja, gingið fjøllini, flett, o.s.fr.

? Tað hevur bert havt eina positiva virkan á meg - man lærir at virðismeta náttúru okkara - siðir okkara og arv okkara.


Ungdómurin lættari at taka til sín

Hann minti á, at tað verður ofta sagt, at tey ungu í dag eru ikki, sum tey vóru fyrr ? Tað er kanska rætt. Ungdómurin hevur altíð havt lættari at taka til sín enn tey íð eldri eru.

? Í dag hava vit parabolina, vit hava MTV - Eurosport - TV1000, vit hava internótina og annað sum hugtekur ungdóm okkara, sum ongantíð fyrr - hetta eru hentleikar, sum vit sjálvandi eiga at taka til okkum og brúka til okkara fyrimun - vit mugu og kunnu ikki steðga framburðinum;

? Higartil hevur tað ikki víst seg at hava verið tann stóri trupulleikin hjá okkum at skilja ímillum og halda árinini frá útlondunum eitt sindur burtur og ikki blanda tað saman við mentan okkara.

Men hann ivaðist ikki í, at altjóðagerin av okkara samfelag fer at vaksa í næstu øld

? Men vit føroyingar eiga ongantíð at missa okkum sjálvi burtur í tí stóra samanhanginum.


Tann fyrsta ólavsøkan í næstu øld

Jákup Sverri Kass minti eisini á, at næsta ár verður fyrsta Ólavsøkan í 21.øld og eisini fyrsta Ólavsøkan í næsta ártúsindtalinum.

? Tað eru túsund ár síðani Sigmundur Brestisson boðaði teimum 18 oyggjunum í Norðuratlantshavinum kristindómin.

? Tað er Ólavi Kongi vit heiðra á Ólavsøku - hóast vit hetta ikki altíð liggur fremst í huganum hjá hvørjum ólavsøkugesti.


Kristin í 1000 ár

Løgtingsmaðurin segði, at næsta ár verður hátíðarhildið, at Føroyar hava verið kristnar í 1000 ár.

? Vón mín er, at hesin sami, hovligi kristindómurin framvegis fer at búgva í føroyinginum í komandi øldum.

? Vón mín er at hesin siðarvur framvegis fer at hava gróðrarlíkindi í landi okkara - landinum har pláss er fyri hvørjum einstøkum borgara sama trúgv - status ella liti.

? Vit føroyingar eru kendir fyri at koma hvørjum øðrum við - at viðra hvønn

annan og duga at hugna sær saman.

? Tað er júst hetta vit gera á Ólavsøku.

? Føroyingar hava altíð havt stóran alsk fyri at líta aftur um bak til til farnar tíðir.

? Men latum okkum nú eisini duga at nýta hendan alsk til at byggja upp nakað nýtt. Heimssamfelagið broytist frá degi til dags, og

neyðugt er at fylgja við.

? So lat okkum nú fara víðari við at lata tað gamla liggja til grundarlag fyri tí nýggja. Vón mín er at føroyingar framhaldandi fara at nýta Ólavsøkuna - tjóðarhátíð okkara til at koma saman -øll tjóðin - at hugna okkum og leggja gerandisdagin til síðis, segði Jákup Sverri Kass.