Vitin á vinstra armi slóknaður

Svend Auken var ikki bara stórur á vøkstri, men við deyða hansara hevur Christiansborg mist ein av teimum størstu, donsku politikarunum í nýggjari tíð

Politikkur?

 

Svend Auken fekk 38 ár í Fólkatinginum og var harafturat ráðharri í fleiri førum. Hann náddi eisini at gerast formaður hjá Sosialdemokratunum, men fall eftir eina søguliga uppgerð við Poul Nyrup Rasmussen. Aftan á uppgerðina hevði Svend Auken sín egna stuðulsbólk ella -vong í flokkinum, og nógvir danskir sosialdemokratar mettu hann sum hann besta forsætisráðharran, sum Danmark ongantíð fekk.

Fyri fimm árum síðani fekk Svend Auken staðfest, at hann hevði krabbamein. Tað eydnaðist at basa sjúkuni, men fyri tveimum árum síðani kyknaði hon aftur, og síðani hevur tað verið týðiligt, hvønn veg tað bar. Svend Auken duldi ikki sína sjúku, ella at hann var illa sjúkur, og hann helt á við sínum politiska virki. So seint sum 1. mai helt hann røðu í Århus, har hann eggjaði sosialdemokratunum til at blása nýggjan anda í nasarnar á fakfelagsrørsluni.

Svend Auken var 28 ára gamal, tá hann bleiv valdur í Fólkatingið í 1971. Fýra ár seinni varð hann valdur til næstformann í sosialdemokratiska flokkinum, og hann gjørdist formaður, tá Anker Jørgensen legði frá sær í 1987. Um tað mundið hevði sosialdemokratiski flokkurin 55 umboð í Fólkatinginum, men við Svend Auken sum oddvita fekk flokkurin 69 umboð á valinum í 1990, og sjálvur fekk Auken fleiri persónligar atkvøður enn nakað annað valevni.

Valið var samstundis tað besta hjá Sosialdemokratunum nakrantíð. Men úrslitið var kortini ikki nóg mikið til at útvega flokkinum stjórnarvaldið, og tað gjørdi, at kreftir í flokkinum settu spurnartekin við leiðaraevnini hjá formanninum.

 

Atkvøðuslúkur

Sum nevnt tapti Svend Auken dystin við Poul Nyrup Rasmussen um formanssessin í sosialdemokratiska flokkinum ella "kvettið", sum dysturin ofta verður nevndur. Men Auken var ikki tann, sum setti seg í eitt horn at bína, men valdi tvørturímóti at virka fyri flokk og land á sama hátt, sum hann hevði gjørt.

Í nítiárunum sótu Sosialdemokratarnir við róðrið í Danmark, og hesi árini bleiv Svend Auken kendur sum ein sterkur umhvørvis- og orkumálaráðharri, og hann eigur ein stóran lut í, at Danmark er millum tey fremstu londini innan eitt nú vindorku. Sjálvur helt hann tó, at hann hevði sín besta dag í politikki, tá hann sum ráðhari í arbeiðsmarknaðarmálum fekk Fólkatingið at samtykkja eftirlønina.

Øll árini var hann framvegis tann stóri atkvøðuslúkurin hjá flokkinum, og hann dugdi væl at vera í miðdeplinum. Hansara lætta sinnalag og hansara hvassa tunga góvu lurtarum og hyggjarum manga hugtakandi løtuna sum eitt nú teir siðbundnu valdystirnar við Uffe Ellemann-Jensen á lærda háskúlanum í Århus.

Eftir Svend Auken sita fýra børn og konan, Anne Wievel.

(Kelda: DR)