Vodafone lækkar gjøldini

INTERNET Allir privatir ADSL flatrate kundar hjá Vodafone fáa príslækkan og ferðhækkan

?– Vodafone setur nú ferð á internetið í Føroyum. Ferðin á skjótasta sambandinum fer nú upp í 20 megabit. Samstundis økist ferðin á øllum ADSL internethaldum til privatkundar, sum hava flatrate frá Vodafone, og prísurin á øllum hesum haldum fer niður.

Soleiðis sigur Vodafone í fráboðan um príslækkingarnar.?– Allir privatkundar hjá Vodafone fáa nú meira ferð fyri pengarnar, tá teir eru á internetinum. Vodafone kom við flatrate til føroyingar og var veitarin, sum setti ferðirnar upp.  Nýggju ferðirnar hava vit havt ætlanir um í eina tíð, og løtan er nú at fremja tær, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri á Vodafone, nú felagið hevur gjørt av at økja ferðina á øllum internethaldum og lækkar prísin á øllum ADSL flatrate haldum.?Higartil hava privatkundar í mesta lagið kunnað keypt internetferð á 10 megabit, men Vodafone økir nú ferðina á hesum haldum upp til 20 megabit. Kundar, sum ídag hava 6 ella 10 megabit ferð, fáa nú ferðir upp í 20 mbps, og kundar við 4 mbps fáa 10 mbps. Hesir kundar fáa eisini eina príslækkan, sum er upp í 37 prosent. Kundar við 2 mbps fáa 3 mbps og eina príslækkan á 10 kr.??Nýggju internetferðirnar eru hesar?2 mbps = > upptil 3 mbps/0,5mbps (365,- kr. per mðr.) Príslækkan á 10 kr. um mánaðin?4 mbps = > upptil 10 mbps/1 mbps (445,-kr per mðr.) Príslækkan á 25 kr. um mánaðin?6 mbps = > upptil 20 mbps/1 mbps (495,- kr. per mðr.) Príslækkan á 115 kr. um mánaðin?10 mbps => upptil 20 mbps/1 mbps (495,-kr. per mðr.) Príslækkan á 300 kr. um mánaðin.?

– Við hesum hava vit fingið ein meira einfaldna bygnað á okkara tænastum og munurin millum hægstu og lægstu ferð í prísi er minkaður nógv.  Nú kunnu okkara kundar fáa 10 ferðir meira ferð fyri einans 130 kr. eyka um mánaðin og upload ferðin á 10 og 20 mbps verður 1 mbps.

Vodafone kunnar meira um hetta á heimasíðuni www.vodafone.fo, og hvat hugtakið »upptil« merkir, og um tað er neyðugt at skifta beinara (routara) fyri at fáa fullan ágóða av nýggju ferðunum.?Vodafone fremur hesar broytingar sjálvvirkandi fyri sínar kundar.  Broytingarnar verða framdar leypandi í mars mánaði, og prísirnir eru galdandi frá 15 mars.?Sambært Vodafone kunnu hesini støðini ikki fáa 3 mbps breiðband enn:

Bøur, Dalur, Funningur, Gásadalur, Gjógv, Kunoy, Nólsoy, Norðradalur, Saksun, Syðradalur á Kalsoy og Syðradalur á Streymoy.?Kundar, sum hava semiflatrate fáa ferðhækking, men ikki príslækking. Eingin broyting verður hjá kundum við Wimax breiðbandstøkni, verður sagt av Vodafone.