- Politisku flokkarnir í Føroyum eru alt ov bangnir fyri, at tey, sum gera íløgur í Føroyum vinna ov nógvan pening. Tað heldur Jógvan við Keldu, fyrrverandi landsstýrismaður, løgtingsmaður og borgarstjóri í Klaksvík. Í grein, hann hevur sent Sosialinum sigur hann, at øvundin, sum er náðileysur gestur, hevur alt ov ofta verið boðin vælkomin, og við sínum fastatøkum, hevur hon eisini gjørt um seg í harmiligan hátt.
- Ofta er frammi í politiskum høpi og í miðlunum, at Føroyar eiga at gerast gott íløguland, at vit skulu fáa serkøn fólk higar fyri at byggja landið væl á eina framtíð.
- Vit hava sæð atsóknirnar ímóti Røkke, eisini, tá persónar, sum hava stríðst alt sítt lív við vinnu á sjógvi og á landi, givið hópin av fólki arbeiði, hava selt sínar fyritøkur, kanska fyri at gera øðrvísi íløgur og fingið peningin fyri sínar íløgur, hvussu miskunnarleyst hevur verið farið eftir teimum bæði frá politiskari síðu og frá fjølmiðlunum. Tí hetta siga tey vera órættur, skrivar Jógvan við Keldu.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin vísir á fordómarnar:
At tá maður átti eitt skip, og tað gekk nøkulunda, var hann óførur.
Fekk hann sær tvey skip, varð spurt, hvar hann hevði fingið peningin frá.
Og tá triðja skipið var fram undir at koma, var spurningurin, um hann var hálvkriminellur.
- Skulu Føroyar komast veruliga undan, er neyðugt at øvundin hjá ráðandi og fjølmiðlum fer aftur við borðinum, at politikarar ikki tosa so niðurgerandi um okkara høvuðsvinnu, tí so fara fjølmiðlarnir og onnur at hugsa seg um, skrivar Jógvan við Keldu.