Warnock í øðini

Venjarin hjá Sheffield United, Neil Warnock, er í øðini inn á Liverpool og Manchester United. Tey bæði feløgini hava í nøkrum avgerandi dystum spart fleiri av føstu spælarunum, og hetta kostaði dýrt hjá Sheffield United. Undir øllum umstøðum tapti Liverpool fyrr í mánaðinum 1-0 móti Fulham, og sunnudagin vann West Ham 1-0 útidystinum móti nýkosnu meistarunum. – Eg eri vónbrotin av Manchester United, men um ikki annað, so kendi eg teir spælarar, sum teir sendu á vøllin. Tá Liverpool spældi móti Fulham, vóru tveir spælarar við, sum eg als ikki kendi, sigur Warnock.