Washi kravt meiri enn 1.000 mannalív

Myndugleikarnir í Filipsoyggjunum siga nú, at talið á deyðum eftir tann tropiska stormin Washi og vatnflóðina, sum hann elvdi til, fer upp um 1.000. Tað almenna vanlukkuráðið sigur í morgun, at 957 fólk eru funnin deyð, og at 49 eru ikki komin afturíaftur, men Reyði Krossur vil vera við, at meiri enn 800 fólk eru ikki komin afturíaftur.

Bjargingararbeiðið er sera trupult, og stjórnin í Manila og Reyði Krossur hava biðið um hjálp til tey meiri enn 35.000 fólkini, sum eru samanstúgvað í legum á oynni Mindanao.

Washi herjaði Mindanao fríggjadagin og gjørdi serliga um seg í havnarbýunum Cagayan de Oro og Iligan har norðuri á oynni. Borgarstjórin í Cagayan de Oro væntar, at bara har í býnum hava meiri enn 500 fólk latið lív.

Benigno Aquino, forseti, hevur gjørt av at endurskoða tilbúgvingina, tí tað ljóðar, at illveðrið kom púra óvart á fólk á Mindanao, skrivar AFP úr Manila.