Hóast teir syngja We're not gonna take it, so er ongin ivi um, at teir taka Vágsbø í annaðkvøld, sigur Jay Jay French.
Hann er ein av stovnandi limunum í Twisted Sister, sum í annaðkvøld er høvuðsnavn á ársins Summar Festivali.
Bólkurin var stórur í áttatiárunum, men gavst so eina tíð. Teir byrjaðu av álvara aftur eftir 11. sepember álopið í New York í 2001, tá teir savnaðust at spæla til frama fyri vælgerandi endamál.
Tá uppdagaðu teir, at bólkurin framvegis hevði fjepparar um allan heimin.
Hoyr samrøðu við Jay Jay French við at trýsta á pílin undir myndini.
Á myndini verður samrøða gjørd við Jay Jay French inni á Hvonn seinnapartin í dag.
(Mynd: Sigmar Mørkøre)