Westerwelle frá sum formaður

Týski uttanríkisráðharrin, Guido Westerwelle, kunngjørdi í dag, at hann stillar ikki upp til formansvalið í flokki sínum FDP á landsfundinum í næsta mánað. Guido Westerwelle hevur leingi verið fyri hvøssum atfinningum frá sínum floksfeløgum, og tað hevur ikki sissað atfinnararnar, at flokkurin fekk ein frammaná á tveimum landspartavalum fyri átta døgum síðani.

Teir seinastu dagarnar hevur hann verið á uttanríkisráðharraferð í Kina, og tá hann kom aftur til Týsklands í dag, kunngjørdi hann, at hann fer frá sum floksformaður í mai, men at hann heldur fram sum uttanríkisráðharri.

Guido Westerwelle hevur verið formaður hjá Fríu Demokratunum í 10 ár.