RC 459 úr Kastrup við m.ø Kim Wilde og Bryan Rice stendur enn á Egilsstøðum, fyribils verður ikki gjørd nøkur roynd at flúgva til Vágarnar, tí har er kjaftsvart í mjørka, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways. Fyrr í kvøld boðaði heimasíðan hjá Atlantic Airways frá, at flogfarið við m.ø. Wilde og Rice skuldi gera eina roynd at lenda kl. 18.30. Men áðrenn flogfarið fór av Egilsstøðum, varð staðfest at líkindi ikki vóru at lenda.
Magni Arge stjóri í Atlantic Airways sigur við portalin í kvøld, at tey vóna, at veðrið klárar upp seinni í kvøld, men at afturmeldingarnar frá veðurstovunum eru heldur ymiskar um hetta. Tí verður ikki roynt aftur, fyrr enn líkindi batna.
- Vit hava higartil bert gjørt ta einu royndina, tá tey eftir ætlan skuldu lenda áðrenn kl. 14, og nú bíða vit eftir betri líkindum, vísir stjórin á.
Bryan Rice skal eftir ætlan á pall í morgin kl. 17.30 og Kim Wilde spælir klokkan 22.00 í annaðkvøld, so seinkingarnar fara fyribils ikki at hava nakra ávirkan á skránna,.