Wilde og Rice í Íslandi

Floglíkindini hava verið so sum so í dag, og flogferðslan hevur verið tarna. Eitt av flogfarinum RC 459 úr Kastrup, við m.ø. Kim Wilde og Bryan Rice hevur verið í Íslandi.

Flogfarið við teimum báðum stjørnunum er í løtuni á veg aftur til Føroyar, har roynt verður at lenda kl. 18.20. Eyðun Klakstein fyriskipari av Summar Festivalinum, vísir á, at eftir royndirnar við seinkingum í fjør, hava fyriskipararnir lagt seg eftir, at fáa nøvnini til landið í góðari tíð, og hetta kemur nú væl við. Bryan Rice skal eftir ætlan á pall í morgin kl. 17.30 og Kim Wilde spælir klokkan 22.00 í annaðkvøld, so seinkingarnar fara ikki at hava nakra ávirkan á skránna, gleðist fyriskiparin um.

 

Flogfarið við teimum báðum Rice og Wilde, skuldi eftir ætlan verið lent kl. 13.45, men tá líkindi ikki vóru at lenda, fór flogfarið til Egilstaðir í Íslandi.

 

Summar Festivalurin var í fjør raktur av stórum trupulleikum av floglíkindunum, og nógvar framførslur vóru seinkaðar, eins og framførslan við Shu-bi-dua var heilt avlýst. Men hesar royndir, hava sambært fyrireikaranum, nú brynjað festivalin til í ár, soleiðis at øll koma í góðari tíð, sigur Eyðun Klakstein