Wolfgang í Peche

Peche í Saltangará leggur í kvøld 2. jólakvøld pall til Wolfgang, ið telist millum elstu føroysku tungmálmsbólkar, hóast tónleikurin seinnu árini er blivin heldur meira akkustiskur.

Av teimum nógvu tungmálmsbólkunum, ið komu fram fyrst í 90’unum var serliga ein, ið gjørdi vart við seg, Wolfgang úr Eysturoynni, spældi um land og ríki, og var millum annað ein av bestu bólkunum, tá Prix Føroyar fyrstu ferð var hildið.

Týr spruttu eisini út hesum bólki, har Heri, Gunnar og Kári, allir slitu sínar tónlistarligu barnaskógvar, eins og Robin Løvhøjten og Henning Nicodemussen, ið báðir hava gjørt nógv um seg innan aðrar tónleikagreinar vóru limir í bólkinum.

Tó at nógvir tónleikarar eru komnir og farnir, so spælir Wolgang enn og sangarin Einar, ið vit øll minnast frá Prix Føroyar finaluni í 1995 og gittarleikarin Bergmann Finnsson mynda enn bólkin.



Teir fara á pall í kvøld í Peche í Saltangará opið er frá  23.00 – 4.00