Woodstock '99

Í ár fara stjørnurnar aftur á pallin á kenda Woodstock festivalinum, ið var millum fyrstu tónleikafestivalar, sum vit kenna teir í dag, og sum í 1969 setti ein varða í tónleikasøguni

Nevnir ein orðið Woodstock, so fáa nøkur jólaljós í eyguni, sserliga tey, sum í dag eru um 50 ára aldur. Onnur lata seg ikki tøla. Men tiltakið setti sær varðar og vísti nýggjar leiðir og gjørdist søgulig hending. Woodstock tónleikafestivalurin var í 1969 og í ár fara tónleikarar aftur á pall.

Talan er um fleiri av stjørnunum, ið stóðu á pallinum fyri 30 árum síðani. Syrgiligt er, at fleiri ikki eru millum okkum longur, men fórust í rúsmeldrinum, ið var uppi í tíðini. Men Woddstock '99 er ikki bert ein afturlítandi hending, tí fleiri av størtu nøvnunum nú eru við og listin er longu langur: Buckcherry, Bush, The Chemical Brothers, Parliament/Funkadelic, Collective Soul, Counting Crows, Creed, Sheryl Crow, DMX, Everlast, Everclear,Fatboy Slim, Godsmack, Guster, Mickey Hart-Planet Drum, Ice Cube, Insane Clown Posse, Jamiroquai, Wyclef Jean & theRefugee Allstars, Jewel, Kid Rock, Korn, Limp Bizkit, Lit, Live, Los Lobos, Dave Matthews Band, Metallica, Moby, moe., Alanis

Morissette, Willie Nelson, Mike Ness, Oleander, Our Lady Peace,

Rage Against the Machine, Sugar Ray, Red Hot Chili Peppers,

Rusted Root, Brian Setzer Orchestra, The Offspring, The

Tragically Hip, and the Umbilical Brothers.

Festivalurin verður frá 23. til 25. juli.