Wranglerfrælsi

Umafturafturum hjá Høgna Djurhuus

Tað er yvirhøvur einki at fagna og enn minni at rópa trífalt hurrá og domino fyri, at Múrurin, ikki okkara egna grótrúgva, men undranarverda leingjan í Berlin, fall fyri 20 árum síðani.

Tvørturímóti var tað ein vanlukka bæði fyri okkum her vestanfyri og fyri tey har eystanfyri, men mest fyri okkum tó.

Síðani Múrurin hvarv betongbita fyri betongbita sum tinganest hjá vesturlendskum múrturistum, hava eirindarleys brotsmannalið úr Eysturevropa rent Norðurlond og onnur lond í Vesturevropa um koll. Takk fyri frælsið. Og so trífalt hurrá og domino fyri tí.

Bróta inn hjá pensjonistum, nú eisini á alljósum degi, buka teir av, drepa summar og stjala alt, sum tey eiga. Trífalt hurrá og domino fyri tí.

Ræna góðvarnar turistar á gongugøtum við pseudogandi. Jú, men, trífalt hurrá og domino fyri tí.

Arbeiða svart fyri undirløn. Smugla og selja rúsevni og blaðungar moyggjar. Tvær ferðir trífalt hurrá og tvær ferðir domino fyri nývunna frælsinum.

Ein skilamaður, eg kenni í Finnlandi, segði fyri mær í summar, at í Helsingfors eiga estlendingar ein triðing av kriminalitetinum, russarar ein triðing, finnlendingar sjálvir klára illa at fylgja við, men eiga so ein triðing. Í Finnlandi rópa tey sjálvandi trífalt hurrá og domino fyri tí.

Dominoávirkanin fór gjøgnum allan undirheimin.

Jú, sanniliga fingu tey frælsi í Eysturevropa. Frælsi til at fara ránsferðir í Vesturevropa. Trífalt hurrá og domino fyri tí.

Men vanliga fólkið, hampafólkið, í Eysturevropa fekk tað ikki betri, tá Múrurin fall.

Eg ferðaðist nakað í teimum eystruevropisku londunum hinu megin jarntjaldið, sum ikki var úr jarni, men góðum og sterkum betongi við nógvum jarni í gamaní. Einki krotusmíð, einki byggifusk.

Í Póllandi til dømis sást tú bilar úr Ungarn, Russlandi, ja, eisini Trabantar úr DDR.

Føroyingar hava kunnað ferðast frítt eftir annan heimsbardaga. Hvagar ferðast føroyingar? Til Danmarkar. Eysturtýskarar kundu eisini ferðast til Russlands fyri 9.november 1989. Hvør er munurin?

Tað var líka átroðkandi hjá Vesturheiminum sum hjá teimum kúgaðu hinumegin at fáa Múrin niður. Vestanfyri var og er ein brennandi trá at læra onnur demokrati. Nú á døgum við byrsum, neyðtøkum og bumbum.

Eystanfyri vildu tey bara hava frælsi, frælsi til at keypa amerikanskar kovboybuksur. Wranglerfrælsi. Tað fingu tey so - og mafiu í staðin fyri kommunismu. Trífalt hurrá og domino fyri tí. Men Putin er eitt størri reyvarhol enn Bresjnev var.

Í Lettlandi hava tey nú demokrati og frælsi, men tey hava ikki skúlar. Tey hava ikki ráð. Tað høvdu tey. Latið okkum aftur rópa hurrá, trífalt eisini hesaferð, og fimm ferðir domino.

Umsorganin hjá Vesturheiminum fyri kúgaðu fólkunum í Eysturevropa var fyrst og fremst egoistisk. Tí tá Múrurin lá, rungaða trífaldu hurráini líka hart vestanfyri. Forsetar og forsætisráðharrar og kanslarar og aðrir pingar duttu hvør um annan í orgasmu. Og so aftur nú, 20 ár seinni. Tori ikki at hugsa um, hvussu verður um fimm ár. Tá fara tey at rópa tríggjar ferðir trífalt hurrá og domino. Tá vera kriminalitetur, mutur og korrupsjón fimm ár størri.

Vesturevropa og USA sleptu Eysturevropa upp á fjall. Gamaní, Norðurlondini høvdu kvøldskúlar í fólkaræði í Baltalondunum. Hvør skal siga, nú skal stóribeiggi læra tykkum demokrati. Til onkur rópti klimaforandringer!. So læt eisini tann skúlin aftur.

Nei, múrar eru bygdir til at standa. Skulu teir fellast, eigur tað at gerast við skili, ikki sum í Jeriko ella Berlin.