Í Sosialinum í dag er grein um Lindu Andrews, sum í gjár vitjaði í Miðlahúsinum. Hóast ódnarveður í miðlum, er hon sannførd um, at X-Factor er betri enn nakar dreymur Tað er stuttligt at vera Linda Andrews fyri tíðina. Hvørt fríggjakvøld fær hon sínar minuttir av fame, tá X-Factor hyggjarar atkvøða hana víðari kvøld eftir kvøld. Nú eru bert fýra luttakarar eftir í kappingini, og hóast nógv og hart arbeiði, setti Linda sær tíð av til at koma til Føroya ein túr. Á Rás2 vóru beinleiðis samrøður við Lindu, har fólk kundu ringja og skriva inn til hennara.
Lurtararnir vóru sum vera mann forvitnir eftir at vita eitt sindur um Lindu. Hon greiddi frá, at hon byrjaði sína sangkarrieru í barnakóri í Fildelfia í Havn. Hon heldur sjálv ikki, at hon nakrantíð hevur verið serliga væl fyri tekniskt.
- Men stillisliga og róliga menti meg. Blívur tú við at venja og venja okkurt sum tú ynskir tær, gerst tú góð til tað. Eg havi ongantíð vitað nakað um teknikk, men meir tú syngur, betri kemur tú at læra tína egnu rødd at kenna, segði Linda.
Í fyrsta umfarinum kendi Linda seg sum eitt barn í einum stórum handli. Hon kendi seg tryggan við sínum sangi, men var harafturímóti ótrygg við pall og kamera.
- Tað kennist fullstendiga fantastiskt at standa á pallinum í X-Factor. Tað er betri enn nakar dreymur, sum ein altíð hevur havt. Eg havi verið nøgd við mínar framførslur, men eg havi fingið viðmerkingar, sum eg ikki visti hvussu eg skuldi taka. Eg hugsaði, at tað er líka mikið hvat eg geri, teir fara ikki at dáma meg alíkavæl. Eg havi sungið fýra ymiskar sangir, nú frati eg á tað heila, og eg syngi bara. Og tá elskaðu teir meg. Les greinina í dagsins blað.