X Factor sangarar á pall við teimum stóru

Kappingarneytarnir hjá Jógvani Joensen hava fingið stórar kjansir

Her á okkara leiðum er langt ímillum X Factor sangarar, sum fáa eina varðandi yrkisleið sum tónleikarar, men í eina tíð eru nógvir av luttakarunum nógv umbidnir og væl umtóktir.

Tveir av luttakarunum í donsku X Factor kappingini í ár, har fuglfirðingurin Jógvan Joensen var ein av profilunum, hava fingið stórar kjansir í summar.

Emilie Esther, sum vann kappingina, skal 12. juni hita upp fyri heimsstjørnuna Kylie Minogue, tá ið hon hevur konsert í Aalborg.

Citybois, sum vóru sera væl umtóktir millum tey ungu, men ikki vunnu í finaluna, skulu 16. juni hita upp fyri størsta dreingjabólkin av teimum øll, One Direction, sum hevur konsert í Horsens.