Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku kvinnudeildini í hondbólti í dag.
Í høllini á Frederiksberg í Keypmannahavn var føroyingauppgerð, har Brynhild Pálsdóttir (myndin), Marianna G. Eystberg og liðfelagarnir í Ydun tóku ímóti liðnum hjá Elsu Egholm, Vár og Lív Zachariasen, Ajax.
Ydun vann dystin 28-23. Í steðginum var Ydun eisini frammanfyri við fimm málum, 14-9. Brynhild og Marianna skutu tvey mál hvør.
Hjá Ydun kom sigurin sera væl við. Tær eru framvegis næstaftast í deildini, men nú við fimm stigum. Ajax er nummar fimm við tólv stigum.
Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen taptu á útivølli 33-36 fyri SIK Viborg. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Rannvá skoraði trý mál.
Ejstrup/Hærvejen er nummar níggju í deildini við níggju stigum.











