Ýlandi bilar uttan fyri Løgtingið

Tó tóktist ikki at nerva tingfólk, at miðnámsskúlanæmingar í bili mótmæltu uttan fyri Løgtingið í morgun. 

 

Tað eru næmingar av Miðnámsskúlanum á Kambsdali, sum eru troyttir av øllum avmarkingunum, sum hava skipað fyri mótmælinum í morgun.

Tey høvdu eisini boðið næmingum av Glasi í Havn at vera við í tiltakinum. Bilarnir hittust við Glasir klokkan 10:15, og haðani varð koyrt oman í býin. Koyrt varð runt um Vaglið og Løgtingið nakrar ferðir við ýlandi bilunum. 

Helst var tað gott, at mótmælisgongan var við bilum, tí tað var oysandi regn í Havn í morgun.

Onkur tingfólk sóust í vindeygunum, annars gekk tingfundurin víðari, uttan at tingfólk tyktust nerva av tiltakinum.

 

##med2##