Tað var ein sera broytilig konsert við Bet you are William í Reinsarínum í kvøld. At byrja við stóð Petur Háberg einsamallur á palli við akustiskum og elektriskum gittara.
Hesin byrjandi parturin av konsertini var sera intensur, og við søgunum aftanfyri sangirnar rúnarbant Petur áhoyrarnar. Henda løtan meðan hann spældi einsamallur var sera hugtakandi, og passaði sera væl til spælistaðið.
Løtu seinni skifti hann til elektriskan gittara, og hetta riggaði eisini væl. Hann fekk ein afturat sær við elektriskum gittara, og saman spældu teir væl.
Eftir hetta kom allur bólkurin í Bet you are William á pall, og teir framførdu sera sannførandi. Við frálíkum tónum og góðum lagi fingur teir ta annars lítlu áhoyrarafjøldina at vera við uppá tað.
Saman spældu teir fleiri løg av fløguni, sum vónandi skjótt kemur út. Og hesin triðji og seinaswti parturin av framførsluni var eisini sera góður.
Alt í alt var hetta ein sera góð konsert, ið Bet you are William borðreiddi við, og eftir mínum tykki er tónleikurin á einum støði, ið er ov lítið til bert at fevna um føroyska tónleikapallin. Flestu av hinum áhoyrarunum munnu vera samdir við mær.
Við hesari konsertini prógvaði Petur Háberg, at hann hóskar seg til einhvønn pall og til eitthvørt umhvørvi, stórt ella smátt.