Ynskja at lata handil upp í Tokyo

Fyritøkan flytir seg alla tíðina, og nú ynskja Guðrun og Guðrun at lata ein handil upp í Tokyo

Tað eru longu nógv ár síðani, at Guðrun & Guðrun skrivaðu sítt navn millum sniðgevar í altjóða høpi. Fyritøkan flytir seg alla tíðina, og nú eru tær báðar farnar í holt við tann upprunaliga dreymin, nemliga, at lata upp ein handil í Japan

Føroyar var ikki mest upplagda staðið at búgva fyri ein ungan sniðgeva sum arbeiðir mitt í mótameldrinum. Men eins og nógvir aðrir føroyingar var Guðrun Ludvig komin í ta støðu, at hon skuldi velja, um hon skuldi flyta heim aftur til Føroyar, ella um hon skuldi vera búgvandi uttanlanda.

Hetta var júst tá Guðrun og Guðrun av álvara fóru undir sítt virksemi, og børn og aðrar umstøður talaðu fyri at flyta heim, og soleiðis bleiv tað. Nú sær tó út til at ein gamal dreymur um at lata ein handil upp í Tokyo, kann gerast veruleiki.

Guðrun og Guðrun selja nógv í Onglandi, Usa og Italien men mest til Japan. Millum annað selja tær í mest virðismettu sølumiðstøðuna í Japan, Isetan.

- Vit selja nógv mest til Japan, tað er okkurt við samansetingini av ráðum og bleytum materialum, sum japanarum dámar sera væl – eisini tað eittsindur ”skeiva” sniðið, ella tað óvæntaða, sigur Guðrun Ludvig, ið er tann, ið arbeðir við sniðgevingini.

- Hetta er so stuttligt, tí hetta er ein av okkara upprunaligu dreymum – tað var at lata ein handil upp í Tokyo. Enn hava tær ikki tosað um, hvussu hetta skal gerast í praksis, tí Guðrun Rógvadóttir býr í Keymannahavn, haðani hon ferðast nógv til Milano, New York og París, meðan Guðrun Ludvig býr í Føroyum, og ferðast av og á, men ikki líka ofta.

Hon hevur tørv á friðinum, sum hon fær í Føroyum, og tað er ein av fyrimununum við at búgva í Føroyum.

Meira enn helvtin av hondbundnu vørunum verða bundnar í Føroyum. Umleið ein fjórðingur verður bundin í Peru og ein fjórðingur í Jordan.

- Vit binda nógv úr Alpacca ull, og ístaðin fyri at flyta ullina til Føroya, verður alt bundið í Peru, sum verður bundið í hesu ullini, sigur Guðrun.

Tað er dýrari at framleiða í Føroyum, men tær vilja gjarna verða við í framleiðsluni, og kunna fylgja við og tryggja, at alt fer rætt fram, og at vøran og framleiðslan er burðardygg og vistfrøðilig, sigur Guðrun.

Hon heldur ikki, at tað er ein trupulleiki at vera í Føroym og arbeiða her frá. Tó vóru nógvir byrjunartrupulleikar, fortelur Guðrun Rógvadóttir.

- Tá vit til dømis skuldu gera eina netsølu ringdu vit til tollstovuna, men eingin kundi siga okkum, hvussu vit skuldu bera okkum at, og soleiðis var tað allan vegin ígjøgnum. Men vit hava funnið okkara egnu loysnir, og tað riggar væl nú, sigur hon.

Tað góða við at vera í Føroyum er uttan iva tað nýskapandi og føroyska sermerki.
- Um Guðrun sat í Milano og sniðgav, so hevði hon helst mist tað serføroyska eykenni, sigur Guðrun Rógvadóttir.

Tað er dýrari at senda frá Føroyum, men har hava tær fingið avtalur í lag Haraftrat er tað dýrari at ferðast úr Føroyum, men av tí at Guðrun Rógvadóttir býr í Danmark kann hon ferðast bíligari.

- Tað er meira torført, men tað er tað, sum ger tað annarleiðis. Vit finna alla tíðina okkara egna hátt at gera tingini uppá, sigur Guðrun Rógvadóttir.

Tær hava eini 40 bindikonur knýttar at sær í Føroyum og ávikavist 20 og 20 í Peru og Jordan. Í arbeiðinum við menning eru eini 7-8 knýtt at fyritøkuni í alt, sigur Guðrun Rógvadóttir.