Ynskja fleiri .fo heimasíður

Tað eru munandi færri føroysk økisnøvn í mun til fólkatalið, enn samsvarandi økisnøvn í okkara grannalondum. Eitt føroyskt økisnavn er ein heimasíða á internetinum, sum endar við .fo.


FO-ráðið hevur tí sett sær fyri at royna at fáa fleiri at brúka hendan møguleikan, við at gera tað lættari og bíligari at fáa sær eitt økisnavn.

 

Í dag, fríggjadag 13. mai, letur heimasíðan hjá FO-ráðnum – www.nic.fo – aftur og letur upp aftur mánadagin 16. mai. Tá kemur síðan út við nýggjum sniði við einum virkishátti, sum ger tað so lætt sum tað nú einaferð ber til, at skráseta sær nýtslurættin til eitt økisnavn.

 

Samstundis er kostnaðurin fyri skrásetingina farin úr 160 kr. til 0 kr. og ársgjaldið fyri økisnavnið er fari úr 450 kr. til 350 kr.

 

Eisini er umsitingin av føroyskum økisnøvnum munandi liberaliserað og arbeiðsgongdin hjá FO-ráðnum er gjørd einfaldari.

 

Einasta kravi fyri at fáa eitt økisnavn framyvir er, at navnið er frítt at taka og at brúkarin rindar fyri nýtslurættin. Um brúkarin ger seg inn á rættindini hjá 3. parti til eitt navn er FO ráðnum óviðkomandi, og er hetta bert ein spurningur millum brúkaran og 3. part.

 

Hartil hevur ráðið avgjørt at gera økisnøvn frítt umsetilig, soleiðis at brúkarar kunnu handla økisnøvn sínamillum.

 

Ætlanin er eisini at gera tað møguligt at stovna økisnøvn við føroyskum stavum í. Hartil er ætlanin at lækka árliga kostnaðin enn meira.

 

Alt hetta vónar FO-ráðið førir til, at fleiri fara at brúka tænastuna, so vit fáa fleiri heimasíður við .fo endingini.

 

Um FO-ráðið

FO-ráðið er myndugleiki, ið sambært teimum av landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum góðkendu viðtøkum, hevur fingið ábyrgdina av umsitingini og nýtsluni av landaøkinum .fo á internetinum. FO-ráðið er tað, sum á internetmáli nevnist .fo ccTLD (Country Code Top Level Domain) Manager.

 

.fo landaøkið, sum eisini nevnist .fo ccTLD (Country Code top Level Domain), er tann parturin av økisnøvnum á internetinum, ið ICANN (Internet Corporation for Assigned Names and Numbers) hevur tillutað Føroyum nýtslurætt til.

 

Í FO-ráðnum eru:

Niels Chr. Nolsøe, formaður

Mimi Steintórsdóttir, næstforkvinna

Gudny Langgaard

Páll Wiberg Joensen