Sjálvt um Heini Vatnsdal í vetur skifti frá FC Suðuroy til HB, so hevur hann bara uppliva positivar reaktiónir úr heimbygdini nú hann er komin á A-landsliðið.
- Eg havi fingið nógvar positivar reaktiónir. Meir enn eg hevði væntað og tað er stuttligt at síggja fólk ynskja mær tað besta, sjálvt um eg skifti felag, sigur Heini Vatnsdal við portalin.
Heini Vatnsdal hevur av álvara sligið í gjøgnum í føroyskum fótbólti í ár. Hann longu ein av lyklaspælarunum á liðnum hjá HB og sunnudagin fekk hann á fyrsta sinni landsliðsboð.
- At fáa boðini er ein sera góð kensla. Tað er sjálvsagt ein heiður at sleppa at umboða føroyska landsliðið og eg fari at gera mítt besta, sigur Heini, sum eisini hevur umboðað føroyska U21-landsliðið.
Fleiri miðlar og viðmerkjarar hava róð framundir, at Heini skuldi fáa møguleikan á landsliðnum eftir sannførandi avrikini á miðvøllinum hjá HB.
- Eg havi verið spentur seinastu tíðina og tað er eitt stórt pluss at fáa at vita at eg eri úttikin til landsliðið, sigur Heini at enda.
Heini Vatnsdal hevur saman við Ára Mohr Jónsson og Páll Klettskarð fingið landsliðsboð á fyrsta sinni. Føroyar spæla móti Írlandi 7. juni og Svøríki 11. juni. Báðir dystirnir eru á útivølli.