morgunin kemur
við einum ófrættakendum ljóði
sum fær hús at skelva
áðrenn dagurin er vaknaður
vindeygu brotna
og náttin dettur inn á gólvið
í undirgrundini
stendur eitt barn
og teknar sólina
á ein gráan vegg
mamman troystar barnið
sigur at alt verður betri
men røddin skelvur
sum eitt blað í køldum vindi
pápin er farin
við einum vápni
hann ongantíð ynskti
at halda um
eystanfyri markið
sita aðrar mammur
og bíða eftir synum
sum Russland sendi inn í eitt kríggj
teir ikki sjálvir valdu
teir skriva heim
at teir hava tað gott
hóast moldin er vorðin teirra song
og óttin teirra einasti vinur
leiðarar sita við long borð
flyta strikur á kortum
og nevna býir
sum vóru teir smáir steinar
men hvør strika
gongur gjøgnum eitt hús
hvørt navn hevur ein skúla
eina kirkju
ein kirkjugarð
og onkran sum leingist heim
skotgravirnar fyllast
við regni og tøgn
meðan dronur sveima
sum svartir tankar yvir akrarnar
hveitið veksur kortini
millum rustað jarn
og spor eftir rakettvápnum
ein gamal maður
setur epli niður í moldina
sum hann vónar
verður sum hon
plagdi at vera
á tokstøðini halda hendur fast
um aðrar hendur
áðrenn hurðin letur aftur
tey vita ikki
um hetta er eitt farvæl
ella byrjanin
til eina langa bíðitíð
flóttafólk bera lyklar
í lummanum
til hús sum kanska
ikki eru til
kortini varðveita tey
eitt sindur av heiminum
í einum fotografii
einum barnaskógvi
einari uppskrift
við hondskrift hjá ommuni
og meðan heimurin telur
hermenn rakettir og kilometrar
telur ein mamma dagarnar
síðan sonurin ringdi
kríggið hevur einki hjarta
tað kennir ikki mun
á einum sigri og einum tapi
tað dugir bert
at gera dagin óhugnaligan
men onkustaðni undir øskuni
andar ein lítil neisti
ein vón um
at vápnini tagna
at markið aftur
bert verður ein strika
og at børnini kunnu fara
út úr kjallaranum
hyggja móti himli
og hoyra fuglarnar
koma aftur
Snæbjørn í Dali










