Yrkingar eftir Regin Dahl

Jarðarferð yrkjarans á miðsumri

Fagurligur hesin

fráfaringardagur -

sterkt í skál -

lavandi sevjuvøkstrir allir

jóansøkubál.


Geisandi eldar

í hvørjari kyknu

og tægr -

ljómandi sláttur

úr hvørjari æðr.


Almiklar aldur

úr fyrndarøldum

ljós í ljós -

frøknisfrøin

í hvørjari fjós.


Froðandi fram um

koparoyggj

-kópa- og hvessinga-fylgd-

tann hin mæta,

tann hin væna

fríggjara-moyggj.


Gapandi

hvørt aðlisop,

rapandi mergsins

og megin-máttarins lop.


Furðuligur hesin

fráfaringardagur

- sterkt í skál!

Á lofti leika

geisandi, gessig

jóansøkubál.


Í advent


Eg eigi eittans hald,

í myrkrinum eittans ljós,

tað er søga, ið mær varð tald

um kross og um fjós.


Hvar ið eg eri staddur,

hugi eg fjós og kross,

minnist eg deyðaræddur

ein svikarakoss.


Fram millum hugans boðar

eigi eg eina kós:

midnáttarstjørnan ið logar

og lýsir á barn og fjós.


Yrkjarabøn

Her ganga kallmenn,

stórsleggjan dynur,

neistafok

úr náttaralva.


Lat meg vera ein haldakopp bara,

at onkur smágenta óstúrin

fær leskað seg úr mær,

nývaknað miðsummarmorgnar.