Meira enn 100 evropeiskir politikarar heita nú á donsku skipasmiðjuna Fayard í Odense um at gevast at umvæla gastangaskip, sum flyta russiska flótandi náttúrugassið (LNG) til Evropa.
Tað skrivar Politiken.
Í alt 101 politikarar úr 16 londum hava skrivað undir eitt opið bræv til stjóran á Fayard, Thomas Andersen. Teir halda, at skipini, sum verða umvæld á skipasmiðjuni, eru við til at halda russiska krígsbúskapinum koyrandi.
Millum undirskrivararnar eru níggju danskir politikarar, teirra millum Villy Søvndal (SF), Christel Schaldemose (S) og Per Clausen (EL).
– Vit viðurkenna, at umvæling av hesum skipunum framvegis er lóglig sambært galdandi reglum. Men í verandi geopolitisku støðuni er hetta kortini skeivt, skriva politikararnir í brævinum.
Villy Søvndal sigur við Politiken, at málið snýr seg um moral – ikki um lógarbrot.
Fayard vísir aftur, at skipasmiðjan ger handil við Russland.
– Vit reka ikki virksemi við Russlandi. Tað er ES, sum innflytur gassið, sigur skipasmiðjan við Politiken.
Málið hevur áður vakt nógvan politiskt ans. Í januar í fjør segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, at hon hevði ilt við at skilja, um ein donsk skipasmiðja var við til at stuðla russiska krígnum.
Sambært Financial Times hevur Fayard síðani russisku innrásina í Ukraina í 2022 umvælt níggju skip, sum Russland brúkar til útflutning av flótandi náttúrugassi.
ES hevur samtykt, at innflutningurin av russiskum LNG skal steðga í januar 2027. Tá verður heldur ikki tørvur á, at hesi skipini verða umvæld á skipasmiðjuni í Odense.











