Bjargingarfólk og frívillig grava av øllum alvi fólk út úr leivdunum eftir rapaðum húsum í Italia. Higartil eru 37 fólk staðfest deyð, eftir at ein jarðskjálvti, máldur til 6,2 rakti Italia í nátt. Italskir myndugleikar vænta tó, at talið á deyðum fer at veksa nógv komandi tímarnar.
Borgarstjórin í Amatrice, býurin, sum er harðast raktur, sigur, at enn eru nógv fólk fangaði undir rapaðu bygningunum. Sjúkrahúsið í býnum hevur fingið stóran skaða og sjúklingar eru fluttir út á gøtuna. Í grannabygdini Pescara del Tronto eru nærum allir bygningarnir rapaðir. Har búgva beint yvir 130 fólk.
Borgarstjórin sigur, at róp og eymkan hoyrist úr leivdunum og at bjargingarfólk royna av øllum alvi at grava seg fram til teirra.
Miðdepilin á jarðskjálvtanum var 76 kilometrar í ein landsynning úr Perugia, og fleiri smærri býir og bygdir í økinum eru hart raktir. Fyrsti jarðskjálvtin varð máldur til 6,2 á richterskalanum, og síðani hava sjey eftirskjálvtar verið.
- Hetta er ein vanlukka. Nú dagsljósið kemur, síggja vit, at støðan er enn verri, enn vit hildu, sigur ein borgarstjóri í økinum.
Vegirnir í økinum hava eisini fingið stóran skaða og hetta ger bjargingararbeiði sera torført. Sløkkiliðini hava stórar trupulleikar at koma fram.
Í 2009 lótu yvir 300 fólk lív, tá ein jarðskjálvti, við styrki 6,3, rakti l'Aquila, skamt frá Amatrice.
Myndirnar í myndasavninum lýsa støðuna í Amatrice í morgun.