Yvirformyndarí ella skilvísi...

Brúkara­um­boðs­mað­ur­in kunn­gjørdi í út­varp­i­num í gjár, at hann fer at tosa við før­oysku fest­i­val­fyr­i­­reik­ar­a­r­nar, tí teir bróta góðan markn­að­ar­sið við at selja at­gong­u­merki til festivalar, áðr­enn kunngjørt er, hvørjir bólk­ar skulu spæla.

Hetta var nú ein løgin útlegging hjá brúka­r­a­um­boðs­mann­inum – sum kann benda á eina yv­ir­tulk­ing ella á yv­­i­r­­for­mynd­arí. Kanska brúk­­ar­­­a­um­­boðs­mað­ur­in átti at klór­að sær í nakk­a­num og ans­að eft­ir, so hann ikki tekur sær ov stórt vald.
Tað er kent allastaðni, at fólk keypa atgongumerki til fest­i­valar langt áðrenn øll nøv­nini eru kunngjørt. Hes­um vita fólk av, hetta eru treyt­ir­nar. Vit kunnu siga tað sama um hald­ara­gjald av bløð­um. Fólk keypa bløð­ini uttan at vita, hvat stend­ur í blaðnum, fólk rinda Kring­varps­gjald, áðr­enn tey hava hoyrt og sæð, hvat Kring­varp­ið hev­ur at bjóða. Men tey kenna treyt­ir­nar. Sama er við eitt nú end­a­spæl­i­num í HM fin­al­uni í fót­bólti. Fólk keypa at­gon­g­u­merki – utt­an yv­ir­høvur ­at vita, hvør er í end­a­spæl­i­num - og enn minni í final­uni.