Yvirgangur hevur enn einaferð rakt ein stórbý í dag, eftir at minst 82 fólk eru deyð í yvirgangsálopum í irakska høvuðsstaðnum Baghdad í dag.
Talan er um tríggjar bilbumbur, ið brustu í býarpørtum har nógv fólk vanliga savnast. Sambært keldum hjá Reuters tíðindastovuni, so er meginparturin av teimum deyðu kvinnur og børn.
Fyrsta bumban, ið gjørdi mest skaða, drap 64 fólk og løstaði 87 onnur nærhendis einum uttandura marknaði í býarpartinum Sadr City, sambært BBC.
Altjóða fjølmiðlar skriva at islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin hevur tikið ábyrgdina fyri fyrstu bumbuna, meðan tað enn er óvist hvør skipaði fyri teimum báðu seinnu, ið brustu nakrar tímar eftir tí fyrstu.
Talan er um triðja álopið í Baghdad síðstu tvær vikurnar, ið Islamski Staturin hevur tikið ábyrgdina fyri. Tey bæði undanfarnu álopini, ið kravdu 41 mannalív, vórðu bæði vend móti Shia muslimur.