Tvær spreingingar í flogvøllinum í belgiska høvuðsstaðnum Brússel hava kravt fleiri mannalív í morgun.
Óvist er hvussu nógv fólk eru deyð í spreingingini. Belgiska løgreglan sigur ein persón er deyður, meðan sløkkiliðið og belgiskir fjølmiðlar upplýsa, at upp móti ellivu fólk eru deyð.
Enn er orsøkin til álopini ikki kend, men ónevndar stjórnarkeldur hjá sjónvarpsstovuni VRT siga, at talan er um eitt álop.
Somu stjórnarkeldur vilja eisini vera við, at skot vórðu hoyrd, meðan onkur rópti á arabiskum stutt áðrenn spreingingarnar.
Spreingingarnar henda í kjalarvørrinum av, at belgiska løgreglan í síðstu viku eydnaðist at taka ein av høvuðsmonnunum í yvirgangsálopunum í Paris, Salah Abdeslam.
In.fo fylgir málinum.

Yvirgangur í Brússel

