Yvirgangur í Wien: Skutu á seks støðum

Wien er í kvøld rakt av yvirgangsatsókn

Fleiri fólk eru deyð, og fleiri fólk eru særd, eftir at vápnað yvirgangsfólk hava skotið í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien í kvøld.

BBC skrivar, at innanríkisráðharrin Karl Nehammer kallar atsóknina yvirgang.

Fleiri yvirgangsfólk hava verið við í atsóknini, og ein av teimum skal vera skotin til deyðis av løgreglufólki. Løgreglan hevur heitt á fólk um at halda seg burtur frá miðbýnum og halda seg innandura, meðan hon jagstrar onnur yvirgangsfólk, sum hava verið við í atsóknini.

Álopið fór fram nærindis Schwedenplatz torginum mitt í Wien, og fjølmiðlar skriva, at skotið var á minst seks støðum.

Tilburðurin er framvegis so feskur, at myndugleikarnir enn ikki hava kunnað váttað, hvussu nógv fólk eru deyð og særd í atsóknini.

Talsmaður fyri bjargingartænastuna í Wien, Daniel Melcher, sigur við tíðindastovuna APA, at fleiri fólk eru deyð, men at tey framvegis ikki hava fult yvirlit yvir støðuna.

Slakar tvær milliónir fólk búgva í Wien.