Yvirlit: 26 deyð í kirkjudrápi í Texas

Sunnumorgunin fór ein maður inn í eina kirkju í Texas og skeyt og drap 26 fólk undir gudstænastuni

Sunnumorgunin fór ein maður inn í eina kirkju í Texas og skeyt og drap 26 fólk undir gudstænastuni.

 

Talan er um drápiligasta hópskottilburð í søguni hjá Texas.

 

Her er yvirlit yvir hendingina:

 

– Klokkan 11:30 lokala tíð kemur ein maður inn í Fist Baptist Church í lítla býnum Sutherland Sprngs í amerikanska tatinum Texas. Har fer at hann at skjóta ímóti umleið 50 kirkjugangarum undir gudstænastuni.

 

– Tilbúgvingin á staðnum upplýsir, at 26 fólk í aldrinum frá 5 til 72 ár eru staðfest deyð, meðan umleið 20 onnur eru særd. Frank Pomeroy, prestur í kirkjuni, sigur, at 14 ára gamla dóttir hansara er millum tey dripnu.

 

– Illgerðarmaðurin nýtti sambært løgregluni eina automatrifflu undir álopinum, eins og hann hevði skottryggan vest. Hann varð funnin deyður ikki langt frá kirkjuni stutt eftir álopið. Tað er óvist, um hann varð dripin, ella um hann skeyt seg sjálvan.

 

– Sambært tilbúgvingarmyndugleikunum í Texas er talan um ein ungan, hvítan mann, sum helst var fyrst í 20'unum.

 

– Ónevndar løgreglukeldur sum kenna til kanningarnar siga, at talan er um 26 ára gamla Devin Patrick Kelley, sum búði í New Braunfels umleið 56 kilomertrar frá Sutherland Springs.

 

– Hann tænti í amerikanska flogvápnum frá 2010 til 2014.

 

– Hann var sambært eini talskvinnu hjá flogvápninum settur fyri ein krígsrætt í 2012 í einum máli um at hann hevði lopið á konu sína og á barn teirra. Hann varð koyrdur úr flogvápninum í 2014.

 

– Enn er motivið hjá illgerðarmanninum ókent. Myndugleikarnir í Texas upplýsa tó, at einki bendir á, at hendingin hevur við yvirgang at gera.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá kirkjuni eftir skottilburðin.

 

Keldur: CBS News, NBC News, Reuters, NTB og AP.

/ritzau/