Álopini í París vóru í minst fimm ymsum støðum í býnum
Minst 140 fólk eru doyðu í ógvusligu álopunum í París í gjár. Álopini, sum vóru framd við skotum og spreingingum, vórðu vend ímóti einum konserthúsi, tjóðarleikvøllinum og fleiri café'um og matstovum.
Her eru fyribils tøl fyri deyð og særd og støðini, har álopini vórðu framd;
• Bataclan, konserthøll: Minst 100 deyð, 11 særd
• Stade de France, tjóðarleikvøllurin: 4 deyð, 50 særd
• Bichat, 14 deyð, 20 særd
• Avenue de la République: 4 deyð, 21 særd
• Charonne: 19 deyð, 23 særd
• Beaumarchais: 7 særd
Kelda: Le Parisien