info
Ongi úrslit

Zelenskyj og Macron tosaðu um Zaporizjzja

Fyri kríggið stóð kjarnorkuverkið, Zaporizjzja, fyri umleið einum fimtingi av allari el-framleiðsluni í Ukraina.

Vilmund Jacobsen
22. november 2022 kl. 02:49

Forsetarnir í Ukraina og Fraklandi, Volodymyr Zelenskyj og Emmanuel Macron, snakkaðu mánakvøldið í telefon um støðuna á kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja.

Kjarnorkuverkið, sum er hitt størsta í Evropa, liggur umleið 50 kilometrar í ein útsynning úr býnum, Zaporizjzja.

Russar tóku verkið tíðliga í krígnum, men tað eru ukrainar, sum arbeiða á verkinum. Býurin Zaporizjzja, sum verkið eitur eftir, er undir ukrainskum ræði.

Soleiðis liggur kjarnorkuverkið á hermótinum millum stríðandi partarnar við ánni, Dnipro ímillum. Júst her er stóra áin nakrar kilometrar breið.

Fyri kríggið stóð Zaporizjzja fyri umleið einum fimtingi av allari el-framleiðsluni í Ukraina, men í løtuni eru allir reaktorar á verkinum sløktir, tí trygdin er í vanda.

The Kyiv Independent visti mánakvøldið at siga, at Volodymyr Zelenskyj og Emmanuel Macron eitt nú skiftu orð um støðuna á verkinum.

Um vikuskiftið brustu bumbur nærindis verkinum, og stríðandi partarnir geva hvørjum øðrum skyldina fyri álopini, har ukrainar siga, at russar brúka verkið sum skjøldur í krígnum.

Serfrøðingar hjá altjóða kjarnorkustovninum (IAEA) søgdu mánakvøldið eftir eina vitjan á verkinum, at kjarnorkuverkið er heilt, og at støðan er stabil, sum teir tóku til.

Nakrar av spreingingunum um vikuskiftið vóru rættiliga nær verkinum og stjórin í IAEA, Rafael Grossi, seg, at bumburnar raktu ikki kilometrar burtur, men at talan bert var um metrar.

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

16 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

19 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

7 minuttir síðan
Tíðindi

Almenn byggisamtykt endurskoðað og góðkend

47 minuttir síðan
Tíðindi

SSL skal gjalda: Havnin vil ikki víkja frá avtalu

54 minuttir síðan
Tíðindi

SSL-skip skulu ikki frítakast fyri at gjalda

1 tími síðan
Tíðindi

Nato ávarar Russland

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til NSÍ og eitt stig til Skála ÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Smyril kann enda á Sundi

2 tímar síðan
Tíðindi

Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

3 tímar síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

3 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

4 tímar síðan