Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer í dag at hitta nýggja týska kanslaran, Friedrich Merz í Berlin.
Vitjanin hevur verið løgd til rættis, men er ikki almannakunngjørd fyrr enn í dag, vita útlendskir miðlar at siga.
Væntandi er, at Friedrich Merz og Volodymyr Zelenskyj fara at tosa um nýggj revsitiltøk hjá ES mótivegis Russlandi.
Vitjanin hjá ukrainska forsetanum kemur fáar dagar eftir ógvusliga russiska álopið á Ukraina.