Zidane gevst í Real Madrid

Zinedine Zidane hevur í dag boðað frá, at hann gevst sum venjari hjá Real Madrid

Bara fáar dagar eftir, at Zinedine Zidane triðja árið á rað vann Champions League við Real Madrid, hevur fraklendingurin boðað frá, at hann gevst sum venjari í felagnum.

 

Real Madrid boðaði í gjár til tíðindafund á Bernabeu leikvøllinum. Síðani hava søgur gingið um, at Zinedine Zidane møguliga fór at gevst sum venjari, eftir trý ár og níggju steyp.

 

- Eg havi valt at gevast sum venjari hjá Real Madrid. Tað kann tykjast sum eitt undarligt tíðspunkt, men eg haldi tað er best fyri allar partar. Hetta liðið hevur brúk fyri broyting, eftir trý ár við mær, sigur Zinedine Zidane.

 

Hann tók við í januar 2016 og hevur útmerkað seg við at skrivað Champions League søgu við trimum sigrum upp í slag. Samanlagt hevur hann verið venjari hjá Real Madrid í 878 dagar.