Ziska til Klaksvíkar

Norðoya Bjargingarfelag hevur keypt ein serligan bjargingarbát úr Onglandi, og hesin báturin kemur til Klaksvíkar í sambandi við Sjómannadagin leygardagin.

Nýggi báturin, sum er serliga bygdur til bjarging, hevur fingið navnið Ziska, og hann er nú á veg til Føroya.
Klaksvíkar kommuna og aðrir stuðlar hava verið við til at fíggja keypið av nýggja bátunum, sum fær heimstað í Klaksvík og kann verða við í bjarging á innaru leiðunum.