Venjarin hjá Inter, Jose Mourinho, viðurkennir, at Cristiano Ronaldo varð ein rættvísur vinnari av heitinum sum árins spælari í Europa í 2008, men Mourinho heldur tó, at hann ræður yvir heimsins besta spælara. - Zlatan Ibrahimovic er tann besti spælarin í heiminum. Hann hevur alt, sum ein góður spælari skal hava. Tá eg hugsi um teir bestu, so hugsi um Ibrahimovic, Messi og Kaka, sigur Jose Mourinho.