Tingfundur verður í dag klokkan 10 við tveimum málum á skránni. Fyrra málið er løgtingsmál nr. 50/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli [...] makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019 og 2020, sum snýr seg um hækking og víðkan av veiðigjaldi. Seinna málið er 3. viðgerð av løgtingsmáli nr. 6/2019: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið [...] fleiri broytingaruppskot frá andstøðuni. Helst verða eisini broytingaruppskot løgd fram á tingfundinum í dag. Við aðru viðgerð 18. desember var fíggjarlógin samtykt við teimum 17 atkvøðunum hjá samgonguni
fólk møttu á Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík í morgun. Har fingu tey ein góðan drekkamunn, áðrenn tey fóru runt í býin at savna inn pening Virkandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim var eisini komin at heilsa [...] Føroyar als ikki standa aftarlaga í hesum týðandi arbeiði at savna inn til Reyða Kross í mun til onnur lond. Tað er Per Jacobsen, sum hevur samskipað savningararbeiði í Klaksvík. Hann hevur góðar førleikar [...] førleikar, sum fyrrverandi postboð at luta býin í gonguleiðir hjá teimum meir enn 30 fólkunum, sum vildu rætta eina hond í hesum týðandi arbeiði.
Í dag verður bókaframløga í H.N. Jacobsens bókhandli í sambandi við at Bjørk Maria Kunoy gevur nýggja skaldsøgu út. Talan er um eina politiska samtíðarskaldsøgu, sum hevur heitið "Vit, Føroya fólk". Hetta [...] at samtykkja eina føroyska grundlóg. Skaldsøgan fylgir seks høvuðspersónum, sum í hvør sínum lag hava ein týðandi leiklut í politiska spunaspælinum. Um bókina Samgongan við Magnusi Tindholm á odda hevur [...] ikki donsku forsætisráðfrúuni, Lone Schrøter, at seta hart ímóti hørðum, tí uppskotið hevur til endamáls at staðfesta við lóg, at Føroya løgting hevur evsta avgerðarrættin í Føroyum. Um sama mundið leggja
eina sigarett og nýtir løtuna. Í nógv ár hevur Anna búð í gomlu lærarahúsunum í Konradsbrekku ella Grím Kambansgøtu. Men í løtuni býr hon í Lon, tí hon fær ikki verið í húsunum, tí støðan er versnað soleiðis [...] á ymsum heimum í Danmark, flutti hon heim til Føroya. Var Anna kend í Havnini í 60’unum, so er hon eisini kend í havnargøtum í dag. Tí hvønn dag er hon úti. Og hon fer hvønn dag oman í Gongina, har hon [...] sjúkrahjálpara í De Gamles By. Hon kom heimaftur í 1967 og fór á hospitalið at arbeiða. Birna fortelur, at juli mánaði í 1969 fór tey nøkur vinfólk ein til London, tey vóru Anna, Birna Jacobsen, Eivind í Gongini
ið dystir í 2. deild eru á skránni. KÍ skipar í dag fyri móttøku í nýumvældu og stásiligu hølunum í ítróttarhøllini, sum hevur verið karmur um so ógvuliga nógv av ítrótti, felagslívi og mentan í breiðari [...] var meistari í 1952, 1953 og í 1954. Í 1955 vann HB fyrsta meistaraskapin, og so vann KÍ aftur tríggjar ferðir. John Reid Bjartalíð, sáli, sum í morgin hevði havt 88 ára føðingardag, førdi í mong ár søgubók [...] skelkur. Meistaradagurin í 1972 í Gundadali er negldur rimmarfastur í huganum. Fótbóltsferðirnar til Havnar í seksti árunum høvdu verið hugaligar, tí KÍ stóð seg ofta væl í Gundadali, og tað kom fleiri
Fiskavirking á Toftum hevði 180 milj. krónur í umsetningi í fjør, og málið í ár var 200 milj. krónur. Hóast vit høvdu verkfall í 3 vikur í vár, og útbyggingar eru framdar í summar, var umsetningurin herfyri fyri [...] Súni í Hjøllum. Hann vísir á, at tann næsti bygningurin, sum kom á havnalagnum, var Valhalla, sum P/F Regn eigur í dag. Konstruktiónin kom upp longu í 1994, men húsið var ikki gjørt liðugt fyrr enn í 1998 [...] og tey fastløntu, sum arbeiða í Havn og í Eysturoynni. Fleiri skip heima- hoyrandi í bygdini Fýra línubátar eru heimahoyrandi á Toftum. Hesir eru Stapin, Mascot, Jógvan Norði og Eysturoyingur. Ein nótabátur
Malenu Danielsdatter í Skúvoy. Hann kom til Skúvoyar sama ár sum Óli Jákup at vera húskallur hjá Dánjali í Jógvansstovu. b. Elsebeth Sofie, f. 1826, g.v. Jógvan Hansen í Skúvoy. Hon kom í 1848. c. Hans Peder [...] Hann kom í 1849. Hann var ógiftur og datt oman í Skúvoy í 1863. Tað sigst at hann var trúlovaður í Skúvoy við Onnu úti í Stovu, og ætlaði at búsetast her. d. Hans Jacob, f. 1834. Hann kom í 1853. Kona [...] varð valdur í skúlanevnd í 1850-unum. Tey bæði fingu bert eina dóttir, Sunniva, f. 1842, uppkallað eftir ommuni í Skúvoy. Óli Jákup doyr longu í 1861. Marjun doyði í 1895. Sunneva giftist í 1863 við Johan
1895, gift í 1932 við Sámal Jákup Olsen f. 1893 í Skúvoy, har tey búsettust og fingu 2 børn. 2. Jóan Heine f. 1897, giftist í 1929 við Jense Nicoline Jacobsen f. 1907 á Viðareiði. Tey giftust inn í barnaheimið [...] búsettust í Múla. Í 1958 flyta tey til Klaksvíkar. Tey fingu átta børn, og tey eru: 1. Sunneva, f. 1933. Gift í 1953 við Frits Olsen í Klaksvík. Eigur trý børn. 2. Jana, f. 1934, gift í 1954 við Andrias [...] búgva í Myklebust á Harøy. Eiga 4 børn. 4. Óla Kristian f. 1940, giftist í 1963 við Jonhild Danbjørg úr Porkeri, búsett í Klaksvík. Eigur ein son. 5. Jenny Helena f. 1942, gift við Eli Jacobsen, býr í Esbjerg
dystinum ímóti Póllandi ivaðust vit í, um vit skuldu nýta Bartal Eliasen ella Jón Róa Jacobsen í miðverjuni. Vit valdu Bartal, tí vit vildu gardera okkum í høvuðspælinum. Í 2. hálvleiki skiftu vit út, tí Bartal [...] landsliðunum. Her verður hugsað um Klæmint Matras, Jón Róa Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Rógva Jacobsen, Jákup á Borg, Christian Høgna Jacobsen, Meinhard Joensen og Andrew av Fløtum. Undantakið er evnaríki [...] lítlan snudd. Jón Rói Jacobsen kom í miðverjuna. Tað var eingin fjáltur á honum. Hann hevur á U?19 landsliðnum spælt ímóti eitt nú Italia, og tað ber góða barlast við sær, heldur Jógvan Martin Olsen, sum eisini
hugnakvøld á Johns Restaurant í Saltangará, har Petur Martin Petersen í Fuglafirði og Jógvan I. Olsen av Toftum greiddu frá. Eitt stak hugnaligt kvøld. Ein almennur fundur var norðuri í EB-húsinum á Eiði hin 11 [...] 31. mai. Nú fara vit so aftur at hava ein almennan fund saman við Eldrafelagnum í Fuglafirði. Hesin fundur verður í Lonini í Fuglafirði leygardagin 28. sept. kl. 16.00. Tað verður Freydis Poulsen, sum fer [...] soleiðis, at aðalfundur var í Havn hin 9. mars, har møtt vóru eini 35 fólk. Har vóru ymisk mál umrødd og eisini var nevndarval, har Katrin Mørkøre, Elin Midjord og Maria Jacobsen vórðu afturvaldar, hinir