passaði, við regni og nakað av vindi, vísti norðoyastevnan í Klaksvík seg sum eitt væleydnað startskot upp á róðrarsummarið. Veðrið setti sín dám á dagin. Eftir barnaróðurin, sum fór av bakkastokki undir hampiligum [...] Tekla – teirra fyrsti sigur síðan 2016. Manningar á Fípini Føgru skuldi ikki minni enn tríggjar ferðir upp á ovasta skamil. Báturin vann bæði í Dreingjum 14-16 og 17-18, og eisini í 5-mannaførum kvinnur. Serliga [...] fyrsta sigri síðan 2021, og Ørvur í 8-mannaførum trívist væl í Klaksvík, teir vunnu fyri 13. ferð á hesi stevnu – fimm ferðir fleiri enn á nakrari aðrari stevnu. Í 10-mannaførum vann Havnarbáturin teirra
bæði abbin og pápin høvdu bygt upp, og eg sá tað sum eina spennandi avbjóðing at gerast festari á garðinum, sigur Poul Müller. Vit kunnu leggja aftrat, at Poul fyrst í hesi øldini eisini undirvísti í tvey [...] hann hevur fingið sær á garðinum við Sandá, har familjan eisini búleikast. Áðrenn vit fara at hyggja upp á stóra og nútímans felagsfjósið, sum Poul Müller saman við trimum øðrum festibøndrum bygdi í Havnardali [...] økonomi á landbúnaðarskeiðnum, sum Búnaðarstovan skipar fyri. Nógv orka løgd í garðin Tað var ongantíð upp á tal, at nakar av hinum brøðrunum skuldi festa garðin. - Pápi var eisini skipsførari, og tá hann var
kennt, weiß nichts von seiner eigenen. Hesi formanandi týsku orðini eigur Johann Wolfgang von Goethe, sum livdi í seytjanhundrað talinum. Næsti setningur hansara letur upp fyri eini nýggjari keldu og orsøk [...] clean, og sum tú kanst anda í teg í somu løtu, tú kemur úr flogfarinum. Eg eri púra samd við teimum í hesi fyrstu uppliving av Føroyum. Oyggjarnar, sum neyvan kunnu kallast oyggjar, tí tær eru so væl knýttar [...] tað, sum eg koyrdi í einum bili, sum alla tíðin varð pingaður um at koyra spakuligari ella at spida upp, meðan tey neyðars lokalu, sum koyrdu aftanfyri meg, helst undraðust yvir, hví eg koyrdi so spakuliga
er gamla Nevnið Reyða. Guðrun Eidesgaard gjørdist forkvinna aftan á aðalfund, hon bleiv biðin at stilla upp, og fekk 27 av 28 atkvøðum. – Eg taki hetta sum ein heiður og álitsváttan. Vit eru fimm fólk í [...] verður nógv tosað um kappróður. Felagið bleiv stovnað í 2022, og hevur tíð megnað at komið á oddin upp á sera stutta tíð. – Ongin av Eiði er vanur við kappróður, men nú snakka øll um tað. Hjá Eiðis Róðrarfelag
skulu politikarar altíð koma við teimum góðu hugskotunum tá teir sita afturá í andstøðu? Hví koma hesi góðu hugskotini ikki, tá teir sita í samgongu, og hvussu ber tað til, at teir so skjótt gloyma tey [...] um mánaðin. Taka vit so eitt hampuliga vællønt starvsfólk hjá tí almenna, so kemur tað lættliga upp á tað dupulta um mánaðin. Taka vit eitt løgtingsfólk, so er grundlønin slakar 49.000 krónur + ymsar [...] Siga vit so, at semja er um ein lønarvøkstur – sum í fjør á privata arbeiðsmarknaðinum – upp á 13 prosent tilsamans í sáttmálaskeiðinum, so fær ein arbeiðsamaður ella ein arbeiðskvinna
dagliga skulu koyra framvið hesum staði, ella ígjøgnum hendan stað, og fyri vestan ætlar man at seta upp vindmyllur, ið eru sum fjøll til hæddar. Ætlanin er at seta vindmyllurnar uppi í 300 metra hædd, vindmyllur [...] sjálvan; fólk sum hava ampa av vindmyllum, bæði í fagurfrøðiligum og øðrum høpi, hvar í kommununi sleppa hesi fólk undan at síggja uppá vindmyllur? Svarið er, so at siga ongastaðni. Staðsetingin av vindmyllunum [...] Traðarhamri, uppi á Knúki, yviri í Søltuvík, úti á Salthøvda, úti í Sandarhaga, ella úti í Salthólma, koma hesi ljótu skrímslini at standa og mala fyri eygunum á einum. Tí fara hesar vindmyllur fyri tíð og ævir
heitið. Talan er samstundis um fyrstu føroyskt mæltu útgávuna við føroyska sangfuglinum, sum vaks upp í Kanada. Í oktober í fjør kom fyrsta lagið, “Dugir Tú At Tosa Føroyskt”, út og hevur verið væl móttikið [...] to/LFwTMg Video filmað frá køksborðinum Somuleiðis er ein video gjørt til sangin. Tað serliga við hesi video er, at hon er filmað frá køksborðinum við Timelaps gjøgnum ymsar árstíðir. Niclas Johannesen
fyri Argjabátin hendan róðurin. Hetta gjørdi, at fleiri av teimum umborð á Kongavarðanum fingu blóð upp á tonnina og hava mannað Argjabátin í ár. Venjingar hava gingið væl, men Argjabáturin hevur verið plágaður [...] ongantíð sitið í báti áður. Róar Johansen heldur tað vera gleðiligt at nýggj fólk bjóða seg fram, tí hesi klára seg væl. Argja Róðrafelag hevur eisini eitt gott samstarv við Havnar Róðrarfelag. Eitt nú hava
bondini, sum tá tú byggir skip. Men tey ger man aftaná. Tú laðar bátin upp í helvt, flábondini verða løgd í, og so laðar tú longur upp. Síðani koma ovaru bondini, nevnd bandfetar. Tað er ikki bondini sum [...] viðurkenna, at kanska vóru hinir rógvararnir bara betur. Sniðið á bátunum hjá Sámal Hansen er ikki broytt hesi árini. – Um tað var soleiðis, at onkur kom við onkrum modelli, sum gekk skjótari, so hevði man verið [...] at Sámal Hansen hevur gjørt ein bát lidnan, og eingin hevur staðið á bíðilista. – Tað hava verið upp til 13-14 bátar á bíðilista. Nú havi eg seks bátar á listanum, hetta svarar til arbeiði í 2 ár. Vanliga
van-liga er til viskararnar, er spitarin, og vinstri armurin, sum vanliga er til blunkljósini, er til at stilla tendringina alt eftir um bilurin koyrir í mótbrekku, undanbrekku ella á sløttum. Fyrsti bilur í Føroyum [...] Føroyum var ein Ford T Tað var tann 6. mai í 1922, at fyrsti bilur í Føroyum varð skip-aður upp á land á Kongabrúnni í Havn. Hetta var ein Ford TT lastbilur. Tað vóru teir báðir Johannes Olsen og Júst