Sámal Hansen byrjaði at smíða bátar í 1996. Fyrsti bátur var 10 mannafarið Kjølur. Tvey ár seinni bygdi hann Eysturoying, sum eisini var eitt 10 mannafar. Sámal Hansen róði sjálvur við Eysturoyingi, og báturin vann allar stevnurnar.
– Eg eru útbúgvin maskinsmiður og arbeiddi í smiðju. Tá fyrsti báturin vísti seg at ganga væl, so vóru tað fleiri sum ynsktu sær bát. Eg átók mær at gera einar tveir bátar í fyrsta lagi, men fór ongantíð aftur til arbeiðis í smiðjuni, tí tað bara legðist afturat við bíleggingum.
Frá 2000 og 10 ár fram smíðaði hann bátar burturav. Tá Sámal Hansen skuldi byggja fyrsta bátin, kannaði hann kappróðrarbátarnar sum tá vóru. Hetta vóru bátar, sum Niclas í Koltri hevði bygt. Sámal Hansen tók mát av ymiskum bátum, og tað vísti seg, at bátarnir vóru rættiliga ólíkir. Út frá hesum uppmátingunum gjørdi hann eitt modell, sum hann trúði fór at rigga.
##med2##
Sámal Hansen hevur frá fyrsta degi lagt dent á, at bátarnir skulu vera so líkir sum gjørligt, soleiðis at tað eru tær bestu manningarnar sum vinna.
– Tað er týdningarmikið, at kappingin snýr seg um manningarnar, at tað ikki er báturin sum avger, hvør vinnur. Eg føli meg tryggan í tí, at bátarnir eru so líkir, at tað er tann besta manningin sum vinnur. Eg minnist frá mær sjálvum, tá eg róði, at um vit ikki vunnu, tá helt man altíð, at okkurt annað var galið; veður og vindur, ella at hini høvdu betri bát, tað var ringt at viðurkenna, at kanska vóru hinir rógvararnir bara betur.
Sniðið á bátunum hjá Sámal Hansen er ikki broytt hesi árini.
– Um tað var soleiðis, at onkur kom við onkrum modelli, sum gekk skjótari, so hevði man verið noyddur at vitað, um ikki okkurt kundi verið gjørt øðrvísi. Tá eg byrjaði, royndi eg sjálvandi at gera bátin so góðan sum til ber, og í mínum høvdi er tað modellið, sum eg geri tað optimala, eg kann royna at gera onkra broyting, men eg eri bangin fyri at so gongur hann verri. Tá tú gert okkurt, so roynur tú sjálvsagt at gera tað so gott sum til ber.
##med3##
Bátasmiðurin Andrias Hammer búði í grannalagnum, og Sámal Hansen plagdi at fara inn til hansara eftir skúlatíð, at hjálpa at halda fyri tá hann klinkaði.
– Áhugin fyri bátasmíði er helst í samanrenning av at eg róði sjálvur, og tí at eg havi gingið inn á gólvinum hjá bátasmiðinum Andrias Hammer.
Tað er kappróðurin sum hevur hansara áhuga, og tí hevur Sámal Hansen bara smíðað kappróðrarbátar. Øll árini hevur tað verið nokk at tríva í, tí tað er ongantíð komið fyri, at Sámal Hansen hevur gjørt ein bát lidnan, og eingin hevur staðið á bíðilista.
– Tað hava verið upp til 13-14 bátar á bíðilista. Nú havi eg seks bátar á listanum, hetta svarar til arbeiði í 2 ár.
Vanliga tekur tað 200 tímar at byggja ein bát, og tað er nærum líka skjótt at byggja 5, 6 og 8 mannafør.
– Bátarnir hava líka nógv borð, bond, og bekkir. Men í 10 mannafarinum kemur ein bekkur, og eitt borð afturat. 10 mannafarið hevur eisini nakað fleiri bond, so tí er tað eitt sindur meira umfatandi at byggja eitt 10 mannafar.
##med4##
Í vetur bygdi Sámal Hansen ein nýggjan Havnarbát, til Havnar róðrarfelag. Báturin var júst kjølreistur.
– Hetta eru reisingarnar; kjølurin, og stevnið. Tað er har man byrjar. Tað næsta er kjalarborðini og fláborðini, og so verður smíðað uppeftir. Onkur heldur, at man fyrst ger bondini, sum tá tú byggir skip. Men tey ger man aftaná. Tú laðar bátin upp í helvt, flábondini verða løgd í, og so laðar tú longur upp. Síðani koma ovaru bondini, nevnd bandfetar. Tað er ikki bondini sum skapa bátin, bondini verða gjørt eftir skapinum á bátinum.
##med5##
Sniðið á kappróðrarbátum er øðrvísi enn á einum føroyskum útróðrarbáti. Kappróðrarbátarnir eru smidligir, soleiðis at teir ganga væl. Tá Sámal Hansen byrjaði at smíða kappróðrarbátar, bleiv kjakast um sniðið á kappróðrarbátunum. Sámal Hansen hevur ilt við at skilja hetta kjakið, tí føroyskir bátar hava altíð vera gjørdir eftir tí, sum teir skulu brúkast til. Føroyskir bátar hava verið brúktir sum flutningsbátar, útróðrarbátar og annað. Bátarnir blivu eisini lagaðir eftir, hvar í landinum teir vóru. Var trupult at draga, so vóru teir ikki so upprendir, men høvdu heldur stuttan kjøl. Sámal Hansen heldur, at tað ger bátasmíðið ríkari at hava ymisk sløg.
– Nú havi eg róð sjálvur, og at rógva í einum kappróðrarbáti í mun til einum vanligum útróðrarbáti, tað er sum at koyra í einum Skoda og einum Ferrari. Tað følist gott, tá man setur føtur í bekk, skal spurta, og tú ordiliga følir at tað kemur meira ferð á. Í útróðrarbátinum er tað sum einki broytist tá tú roynir at seta á. Eg trúgvi ikki at fólk høvdu hildið tað verið líka stuttligt at róð, um bátarnir ikki gingu so væl.
##med6##
Sámal Hansen heldur at kappróðurin heldur lív í bátasmíðnum, tí uttan kappróðrarbátar var ikki nógv smíða. Hann væntar at í framtíðini, verður bátasmíð mest at finna á filmi og í skrivligum tilfari.
– Tað hevur nakað at siga, at eg eri við til at varðveita handverkið, men eg føli ikki, at tað er mín uppgáva at føra tað víðari. Tað er so lítil inntøka, og hvør skal standa við ábyrgdini sjálvur at føra handverkið víðari? Hvør skal brenna so fyri tí? So leingi sum vit rógva kapp, so verður tað onkur sum byggir bátarnar.
Seinastu árini er talið á bátsmanningum vaksin, tí kappast verður í nógvum ymiskum aldursbólkum. Tí væntar Sámal Hansen, at tørvurin á kappróðrarbátum ikki verður minni framyvir. Men tað er ivasamt um hann fer at halda á at smíða í langa tíð afturat.
Frá 2000 til 2010 smíðaði Sámal Hansen burturav, men við tíðini troyttaðist hann av at tøssast einsamallur í smiðjuni, og nú smíðar hann teir dagar hann hevur frí á sambýlinum, har hann arbeiðir fulla tíð. Tá hann smíðaði burturav, smíðaði hann 10 bátar um árið, nú smíðar hann tríggjar bátar um árið.
– Eg eri ikki nakrar gamal maður, men eg veit ikki um eg fari at halda á so leingi afturat, soleiðis at hvørjaferð eg hevur fríð so skal eg smíða.
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##