frættist, at handilin fór at lata aftur, hugsaði eg, at sandoyingar sjálvandi mugu hava ein tógvhandil. Her eru nógvar kvinnur, sum binda, og eg føldi, at nú var møguleiki at útliva mær dreymin, eg leingi [...] altíð fingist við at binda og seyma, og hon er rættiliga kreativ. Hon seymar eisini skjúrt til føroysk klæði, og hon sniðgevur og ger bindimynstur. Í sínari tíð hevði Anni Don Jacobsen handil við mótaklæðum [...] av, at tógvhandil er í Skopun, og enn í dag hitti eg fólk, sum ikki vita av handlinum. Anni Don Jacobsen sigur, at hon passar handilin sjálv, og tá brúk er fyri hjálp, hevur hon eina góða vinkonu at heita
itið var einki annað at gera enn at fara á Klaksvíkar Sjukrahús. - Eg varð so kannað, meðan Karl Jakob fór til hús at verða. Eg fekk okkurt at sova av, og eg skal siga tær, at eg svar sum ein steinur alla [...] so eg, - eg, sum ikki ætlaði mær at vera inni, tá hon átti, sigur eydnuríki pápin og ristir við høvdinum at sær sjálvum, samstundis sum hann er eitt stórt smíl um alt andlitið. Eingin ivi er um, at her [...] Hetta kann ikki sigast við orðum. Og eg er tí sera glaður fyri at eg var við til tað. Ja, eg eri faktiskt stoltur av tí. Og sum myndirnar vísa, so hevur hann eisini alla orsøk at vera bæði fegin og stoltur
bleiv eg boðin at koma við og uppliva Føroyar. Eg helt, at tað kundi verið stuttligt at heilsa upp á tey fólkini, sum hava verið í Rumenia við hjálp, og teirra familjur. Tískil var eg ikki sein at takka [...] mánaðinum, er, at Estera fer til Onglands at vera au pair genta. - Men eg ivist onga løtu í, at eg vendi aftur til Føroya at vitja. Tað er føroyingunum at takka, at eg eri komin so langt, sum eg eri í dag. [...] ynskti ikki, at børnini skuldu liva í slíkum fátøkradømi. - Einaferð var hon so illa fyri av støðuni, at hon umhugsaði at gera av við seg. Á tann hátt var staturin sostatt noyddur til at taka sær av okkum
aftrat, at hon ikki skilir fisk út aftur, sum stendur mát við tað, sum loyvt er at veiða. Tað gevur jú onga meining at skilja fisk út aftur, sum annars eigur at koma til høldar. Hann vísti eisini á, at eitt [...] spentur eftir at síggja, hvussu fiskiskapurin hjá partrolarunum fer at roynast, sum tíðin gongur, og hann heldur, at ábendingar longu nú eru um, at tað fer at gera mun, at skipini nú kunnu fiska við rist í nøkrum [...] latið er upp aftur við skynsemi, gerast leiðirnar bæði fleiri og størri, og nú verður víðari um at fara á landgrunninum. - Eg dugi ikki at síggja, at trolfriðingar - í hesum førinum fyri at verja smáfisk -
fyrilá. - Eg sat á einum stóli úti í gongini og bíðaði í ein tíma ella so. Jú, eg var ógvuliga spentur, men eg var samstundis rættiliga sannførdur um, at eg fór at vinna valið. Tá eg hoyrdi, at eg hevði fingið [...] - Ja, eg vóni, at flotin kemur at liggja um jólini longu í ár – ella í hvussu er meginparturin av flotanum. Eg havi heft meg við, at ikki minst langfarafiskimenn og nótamenn kundu hugsað sær at verið heima [...] róptur innar at hoyra endaliga úrslitið, sum staðfesti, at eg hevði vunnið valið. Onkur helt fyri, sum kom fram við, meðan eg sat í gongini og bíðaði, at eg mundi hava góðar nervar, sigur Jan smílandi og
- Eg hevði ongantíð droymt um, at eg sum 34 ára gamal fór at búgva heima hjá pápa mínum – við ongum arbeiði, ongum pengum og bara fór at sita og spæla á teldu og eta allan dagin. Tað sigur 34 ára gamli [...] fekk arbeiði á ymiskum matstovum, at vektin av álvara byrjaði at eksplodera. Tað, at hann vigaði so nógv, gjørdi tað trupult fyri Casey King at arbeiða, og tí valdi hann at siga seg úr starvi. Eina tíð búði [...] hann hjá mammu síni, men tá hon sparkaði hann út, flutti hann í staðin heim til pápa sín. Hjá pápanum fekk Casey King loyvi at gera júst, sum hann vildi, og tað merkir, at máltíðirnar vóru pizza, høsnarungi
Tað er eitt sindur sum at fara niðan í viðarlundina bara ganga við 25," sigur Ingi, "summi spyrja, hví eg ikki onkuntíð taki eitt sindur av fiski heim við. Tá svari eg teimum, at eg ikki eti fotomodellir [...] tikið undir havsins yvirflatu, meðan eg sýni fram list, sum eg havi arbeit við síðstu tíðina," sigur Aggi, "eg havi arbeitt nógv við bara svørtum og hvítum, fyri at man líkasum kann fordjúpa seg í tí u [...] tómt. Endamálið við okkara framsýning er, at fólk skulu fordjúpa seg og gloyma seg burtur," sigur Aggi, sum eisini sipar til meditiónstónleikin í bakgrundini. Spurdur um, hvat dregur við at kava, svarar Ingi
Kolumbia. Og hon hevur eisini altíð vitað, at hon ætlar sær at finna fram til sín uppruna einaferð. Tað var orsøkin til, at hon flutti eitt ár til Spania, so at hon dugdi spanskt og kundi samskifta við sína familju [...] trupulleikar av, at hon er ættleidd. Hon er ljós í húðini og hevur altíð følt tað sum, at hon sær út sum ein púra vanligur føroyingur, hóast hennara uppruni er Kolumbia. Maria hevur altíð vitað, at hon er ættleidd [...] sum leiddi til, at hon fór at leita eftir sínum uppruna. 21 ára gamla kvinnan býr í Havn og er uppvaksin í Føroyum. Sum einans tveir mánaðir gomul kom hon til Føroya og vaks upp saman við foreldrunum og
Hammer. Hann heldur, at saman um tikið vóru teir hjá DFDS góðir at tosa við, og hann ásannar, at felagið gavst at sigla upp á Føroyar í tøkum tíma. - Eins og vit, dugdu teir at síggja, at grundarlag ikki var [...] kjans at staðið seg í kappingini. - Eg førdi Smyril í átta ár - frá tí, at hann kom til landið, til eg gjørdist stjóri í Smyril Line. Hann sigur, at tá ið Smyril kom í 1975, var málið í fyrsta lagi at fáa [...] Hann sigur, at tað vóru fleiri orsøkir til, at felagið aftur vildi sleppa at sigla upp á Hanstholm, og sum tíðin leið, vildi DFDS eisini sleppa kravinum um Esbjerg. - Tá vit byrjaðu aftur at sigla upp á
skjúrtuni. Men, eg dugdi knappliga ikki at fáa knapparnar aftur. Tá Magnus í Hjøllum hevði staðið á gólvinum eitt bil, vendir hann sær móti konu síni, sum enn liggur í seingini. Hon sær, at alt er ikki, sum [...] var tað sum at fáa eina spann við køldum vatni beint í høvdið. Í fyrstu syfti kendist morgunin ikki øðrvisi enn aðrir. - Eg visti einki um, at nakað var gingið út yvir meg um náttina. Eg reisti meg upp [...] skal og biðir mannin fara á wc’ið at hyggja í speglið. Og tá er tað, at Magnus í Hjøllum gerst rættiliga skakkur. - Eg sá beinanvegin, at her var okkurt spinnandi galið. Eg var rættiliga skeivur í andlitinum