FF-valið
Longu tíðliga í morgun var nývaldi felagsformaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard av Toftum, á skrivstovu síni á Bryggjubakka í Havn, har hann í fyrsta lagi kemur at húsast komandi trý árini.
Úrslitið av formansvalinum bleiv, at Jan Højgaard fekk 604 atkvøður (36%), Dan R. Petersen 531 (32%) og Óli Jacobsen, sum hevur verið felagsformaður seinastu 36 árini, fekk 486 atkvøður (29%) og endaði soleiiðis aftastur av teimum trimum.
Tilsamans 1673 atkvøður komu inn, harav 52 (3%) vóru blankar ella ógyldugar.
Bíðaði spentur
Jan Højgaard var einasti av valevnunum, sum var inni á gólvinum hjá grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe í gjár, tá úrslitið av valinum fyrilá.
- Eg sat á einum stóli úti í gongini og bíðaði í ein tíma ella so. Jú, eg var ógvuliga spentur, men eg var samstundis rættiliga sannførdur um, at eg fór at vinna valið. Tá eg hoyrdi, at eg hevði fingið 604 atkvøður, hugsaði eg, at hesar mundu fara at røkka langt, um hini bæði valevnini, Dan og Óli, fóru at býta hin helmingin ímillum sín.
Og so varð. Jan rakk á mál.
- Spenningurin gjørdist ikki minni, tá eg varð róptur innar at hoyra endaliga úrslitið, sum staðfesti, at eg hevði vunnið valið. Onkur helt fyri, sum kom fram við, meðan eg sat í gongini og bíðaði, at eg mundi hava góðar nervar, sigur Jan smílandi og í góðum hýri, tá vit høvdu hann í telefonini í morgun.
Gjørdi arbeiði
Nývaldi felagsformaðurin sigur, at hann hevur vitjað umborð á nógvum skipum, nú valið hevur staðið upp á, serliga í Eysturoy og Norðoyggjum. Haraftrat hevur hann havt fólk at tosa fyri seg umborð á øðrum skipum, eitt nú umborð á flakatrolarunum.
- Eg gjørdi arbeiðið, har tað skuldi gerast, nevniliga umborð á skipunum og millum fiskimenninar, og tí væntaði eg, at eg fór at røkka langt og vinna á mál.
Jan sigur, at hann serliga var umborð á línuskipunum í Eysturoy og Klaksvík, men hann var eisini umborð á onkrum trolara, eitt nú Atlantic Navigator.
- Sum heild hildu fiskimenn, at Óli Jacobsen hevur gjørt eitt gott arbeiði, men at tíðin nú var komin til vaktarskifti í Føroya Fiskimannafelag eftir so mong ár.
Tagdur burtur
Spurdur, um hann ikki kundi rokna við, at Dan R. Petersen fór at strúka avstað við sigrinum, um Óli ikki náddi á mál, sigur Jan, at tað væntaði hann ikki.
- Eg haldi, at Dan við sínum framferðarhátti spilti ov nógv fyri seg sjálvan. Hann var so harðligur í fyrstu valsendingini í SvF. Teir báðir, Dan og Óli, fóru upp at klandrast og púrasta yvirsóu meg. Í valstríðnum sóu teir ikki meg sum eina hóttan.
Jan vísir á, at hann var eitt óskrivað blað millum fiskimenn og Føroya fólk sum heild.
- Øll kendu Óla og tað, sum hann stendur fyri, og Dan er eisini kendur úr politikki.
Spurdur, um kanningin, sum Norðlýsið leypandi gjørdi undir valstríðnum, ikki órógvaði hansara vónir um formanssessin, sigur Jan, at tað gjørdi hon ikki.
- Ein og hvør – og ikki bara fiskimenn – kundu fara inn á netið og seta kross fyri, hvønn tey vildu hava til formann í Føroya Fiskimannafelag. Tá eg kundi fáa so væl at fólki at seta kross fyri mær sum valevni í hesi kanning, væntaði eg ein munandi størri prosentpart millum fiskimenninar, sum høvdu valrætt.
Jan sigur, at hann alment valdi at halda lágan "profil" undir valstríðnum, men fór heldur umborð á skipini, har fiskimenn starvast.
- Hetta er orsøkin til, at eg vann valið - og ikki hinir báðir, sigur nývaldi felagsformaðurin.
Á skrivstovuni
Stundisliga í morgun fór Jan Højgaard av Toftum og suður á skrivstovu Føroya Fiskimannafelags á Bryggjubakka.
- Olaf Johansen, sum hevur starvast á skrivstovu felagsins næstan líka leingi, sum Óli og Hans Jacob Joensen, sum eisini hevur fleiri ár á baki, hava víst mær runt í hølum felagsins í morgun.
Jan sigur, at hann onga løtu er í iva um, at hetta er ein vælvirkandi skrivstova við góðum fólki.
- Eg ivist heldur onga løtu í, at Óli Jacobsen hevur verið ógvuliga arbeiðssamur, skilagóður og ágýtin í sínum starvi, men tað eru viðurskifti, sum eg haldi kundu verið øðrvísi.
Nývaldi felagsformaðurin sigur, at enn kennir hann lítið og einki til dagligu viðurskiftini í felagnum, og hann veit einki um nøkur persónsmál í felagnum, sum hann tekur til.
Spurdur, um hann hevur heilsað upp á fráfarna formannin, sigur Jan, at hetta høvi hevur hann ikki havt enn.
- Óli hevur ikki verið her í morgun, men eg vænti, at vit fara at tosa saman, nú eg havi tikið yvir, sigur hann.
Heima á jólum
Í valstríðnum hevur Jan Højgaard serliga heft seg við pensjónsamál, tryggingarmál og sáttmálarnar, sum hann heldur skulu dagførast. Men Jan hevur eisini tosað fyri, at fiskimenn eru heima um jólini. Vit spurdu hann tí, um hann væntar, at flestu fiskimenn verða heima á jólum longu í ár.
- Ja, eg vóni, at flotin kemur at liggja um jólini longu í ár – ella í hvussu er meginparturin av flotanum. Eg havi heft meg við, at ikki minst langfarafiskimenn og nótamenn kundu hugsað sær at verið heima um jólini, tá meginparturin av flotanum annars liggur.
Hann vísir á, at flestu línuskip og ísfiskatrolarar liggja um jólini, men tað eru nøkur skip, serliga ísfiskatrolarar, sum loysa beint eftir jól.
- Tað, sum eg kundi hugsað mær, er, at flotin liggur um jólini og millum jóla og nýggjárs. Hetta er nakað, vit í leiðsluni fara at taka upp við manningarnar og reiðararnar.
Jan sigur, at tað, sum hann og felagið fara at taka sær fyri í hesum máli, verður í fyrsta lagi í samráð við manningarnar, men hann heldur ikki, at tað skal verða soleiðis, at felagið setir manningunum krøv, sum tær sjálvar ikki ynskja.
- Vit hoyra ofta um góðar sølur hjá teimum bátum, sum landa beint eftir nýggjár, og er tað so, at manningar virkuliga vilja sleppa út millum jóla og nýggjárs, er neyvan hugsandi, at vit fara at sýta teimum tað.
Men, leggur nývaldi felagsformaðurin dent á, at tað er eit ynski millum nógvar fiskimenn, at teir kunnu vera heima hjá sínum kæru á jólum og millum jóla og nýggjárs.
- Eg fari at arbeiða fyri, at hetta verður teimum eftirlíkað, leggur hann aftrat.
FF-blaðið
Hvussu verður við FF-blaðnum, sum Føroya Fiskimannafelag gevur út, hevur Jan enn ikki gjørt sær nakrar tankar um.
- Eg havi ikki hugsað so nógv um blaðið, nú valstríðið hevur staðið upp á. Hetta er ein spurningur, sum vit í leiðslu felagsins fara at taka upp.
Jan Højgaard sigur, at ætlandi verður fyrsti fundur í leiðslu felagsins, nú hann hevur tikið við, longu í morgin.
- Eg havi ikki kallað inn til fundar enn, men ætli mær at gera tað, so vit kunnu tosa saman um 10-tíðina fyrrapartin í morgin, sigur hann.
Leiðslan í Føroya Fiskimannafelag er felagsformaðurin og ein sýsluformaður í hvørji sýslu í landinum.
Dyggur stuðul
Jan Højgaard er giftur við Mai, sum er ættað úr Túni á Toftum. Hon er lærari og hevur stuðlað manninum av fullum huga, nú hesin læt seg stilla upp.
- Eg eri sera takksamur fyri tann stuðul, eg havi fingið og vil fegin nýta høvi at takka øllum, sum hava hjálp mær og hava slóðað fyri, sigur Jan Højgaard at enda.