kom týðuliga fram, tá tað kom í ljósmála, at møguleikin var fyri at Suðuroy kundi fáa stóran part av hesi vinnu og at ætlanin er, at tað verður løgd ein støð á Drelnesi, verður hugt at viðurskiftunum í sambandi [...] býráðnum í Tórshavn. Tann blokkur av peningi, sum nú í nógv ár hevur verið tryggleikin hjá okkum, sum er upp á eina milliard, og sum verandi sjálvsstýrissamgonga við tjóðveldisgóðkenning er tryggjað okkara samfelag [...] n á Glyvursnesi næsta stigið. Við tí umboðan, sum útjaðarin hevur í verandi samgongu, sum er bygd upp um Tórshavn og Klaksvík, verður tað meira enn torført at fremja nakað, uttan at gera brúk av teimum
so langt. Okkara arbeiðssemi og hegni. Men arbeiðssemi og trúgv á okkara førleika er minkað nakað hesi síðstu árini vegna vantandi ábyrgd, ið er komin av blokkstuðlinum, sum hevur sáað letið og líkasælu [...] teimum lesandi, men hetta er ikki nóg mikið. Ynskiligt hevði verið at tá ið trupulleikarnir stungu seg upp millum landsstýrið og lærararnar at hetta ikki skuldi kunna ávirka næmingarnar. Her verður sjálvandi
sjálvstøðug evni sum á enskum máli ganga aftur í navninum GEM (Geotechnical, Environmental, Metocean). Hesi evni eru: jarðtøkni, umhvørvi og veður og havfrøði. Jartøkniliga ætlanin, ið skal viðgera jarðfrøðilig [...] Kanningar skulu gerast og data viðgerast fyri at staðfesta møguligar vandar, ið kunnu stinga seg upp undir boringararbeiðinum. Vandar fevna um øki, har havbotnurin er óstøðugur, ella har lunnar við upploystum
tey kundu hugsað sær aðrar møguleikar, sum okkara samfelag tó ikki hevði at bjóða. Bara løtt hava hesi trý árini neyvan verið, og onkuntíð hevur tað kanska hent seg, at tit hava sagt: ? Nei, nú tími eg [...] áðrenn vit stíga inn í eitt nýtt túsundáraskeið. Longu nú kann vera grund til at fara at gera kassan upp fyri hesa øldina. Vit ásanna tá, at tær hugmyndastevnur, ið toygdu upplýsingartankan til at fevna, [...] lítla og spjadda útjaðara, forfjónaðum av mongum búskaparfrøðingi, spretta mentan og list við eini upp á seg sjáldsamari kraft. Okkara dansur og okkara kvøðing, sum umframt málið eru tað einasta upprunaliga
hasað av, sást svidnaroykur stíga upp úr teimum soraðu toftunum og í sínum stilla sinni boðaði hann frá, at her einaferð hevði verið lív, men kvirran ráddi. Úr tí stilla roykinum hoyrdist grátur og tannagríls [...] hann fer upp frá. Úrslitið er blivið tað, at hetta letur seg ikki gera. Roykin kanst tú ikki temja, uttan so at tú letur hann fara gjøgnum rør og filtur, men tá ið hann sjálvur tekur seg upp frá, fer hann [...] hava ikki goymt seg í royki og toku. Hvussu nógv logar upp við tey - hvussu nógv tey eiga av reiðum peningi, skal eg ikki meta um, men væl logar upp við, tá ið um dygd og trivna ræður.Tit, sum hava myndað
førum er bæði rætt og rímuligt, men í nøkrum førum var kanska nógv betri, um hesi mál vórðu viðgjørd fyri víðopnum hurðum. Hesi skattamál snúgva seg um umsóknir um avsláttur í álíknaða skattinum,- í mongum [...] parti av álíknaða skattinum. Hesin hevur rikið vinnuvirki í mong harrans ár, uttan tó at hava givið upp skatt. Hvørt ár er hevur skattavaldið mett inntøku hansara og sett hann í skatt, men goldið hevur hann [...] enn hana, at ert tú vinnurekandi er eingin orsøk at rinda skatt. Tú skal bert lata vera við at geva upp. So einfalt er tað. Ella sagt við øðrum orðum,- tað eru bert tey býttu vinnurekandi sum rinda skatt
áhuga í vøruni og til hvønn prís. Ein partur av hesi vørumenningini er eisini tann kræsni keyparin. Í mongum førum er høvi hjá tí almenna at røkja partar av hesi uppgávuni. Skulu vit tosa um karmar fyri modernaða [...] vera ein karmur - ein infrastrukturur - at leiða hesa orkuna á. Tann fyrsti karmurin, sum var tikin upp í vinnuligum og øðrum sambandi var lesi- og rokniførleikin. Almenningurin mátti læra at lesa og skriva [...] leggjast har sjósamband var, síðani kom jarnbreytasambandið afturat og nú kunnu ídnaðarvirkir av hesi orsøk liggja so at siga alla staðni í vesturheiminum. Í dag er tað vitanarinfrastruktururin, sum er
bygdini hevði høgt seg við eini øks í beinið. Ein doktari var í bygdini og eg slapp við honum at hjálpa upp á mannin. Teir høvdu surrað band um beinið fyri at steðga bløðingini. Maðurin vað borin inn í eitt [...] Halldis er ikki í iva um, at tað er eitt gott arbeiði New Tribes Mission ger á Papua Ný Guinea. ? Hesi fólk hava nógv brúk fyri evangeliinum. Tey liva í myrkri og trúgva uppá gand. Óttin er ein stórur
mangar vónir, men eisini møðsamar løtur. Men tað, ið eg hevði borið upp á mál við Ditlev, var, at eg mangan hevði ynskt mær at koma upp á Slættaratind. Men nú vóru vónirnar við at bresta. Aldurin var komin [...] lívið, og her rennur mær til hugs sangin hjá Mikkjali á Ryggi: Kom upp á fjallatind, lít yvir Føroyalandið, so undurføgur mynd, her lyftist upp vár andi. Her runga túsund mál um rók og reyn og røð. Gev ljóð [...] Men hetta var tað, sum hendi meg á sumri 1990. Eg hevði fleiri ferðir borið upp á mál við Ditlev Róin, sum eg visti nýtti nógvar løtur um summarið at fara gongutúrar í fjøllini ? bæði her nærhendis og
ella 4 tímar við ferjuleguna? Tú veitst tað ikki og fært tað heldur ongantíð at vita. Tú skalt bara stilla teg í bíðirøðina og? bíða. Hendan óvissa og óneyðuga bíðitíð, ið als ikki átti at verið - tí und [...] Langar bíðirøðir báðumegin. Báturin sigldi í pendulfart og ferðaætlanin helt ikki. Hann var komin upp til Føroya, tí hann skuldi á fund saman við øðrum útlendingum og føroyingum í Klaksvík. Flogfarið var [...] Vit ynskja at landsmyndugleikar okkara lurta eftir og vakna úr tornerosesvøvni sínum. Vit tola ikki hesi vánaligu viðurskiftir longur. Her skal nakað ítøkiligt henda nú. Nevniliga 3 1/2 minuttir um sundið