Trekti tenn á Papua Ný Guinea

26 ára gamla Halldis á Grønastøð , tannlæknalesandi úr Klaksvík, hevur seinastu tíðina starvast sum tannlækni á Papa Ný-Guinea í Fjareystri

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard


Singapore, Sosialurin: Tá tosað verður um Papua Ný-Guinea millum óvitandi, so kemur prátið skjótt inn á mannátarar. Hoyrir tú so um ein føroyskan tannlækna, sum seinastu tíðina hevur trekt tenn út á hesum leiðum, so er ikki so lætt at halda tankan burtur. Munnu hesar hava verið settar í onkran góðan bita av mannakjøti? Á Papua Ný-Guinea var ikki óvanligt fyri ikki so nógvum árum síðan at tosa brellandi um hagagóðar grannar, ja kanska seigar við. Mannaát er nú avlagt á Papua Ný Guinea og tennirnar eru sum hjá fátæka fólkinum í menningarlondum.

26 ára gamla Halldis á Grønastøð lesir til tannlækna á tannlæknaháskúlanum í Keypmannahavn. Um miðjan mei legði hon leiðina framvið Singapore á veg heim aftur av Papua Ný-Guinea. Hon hevur ikki verið burtur í so langa tíð, góðar tveir mánaðar, men tíðin hevur verið hendingarrík og og hon hevur fingið rættuliga útferðarhug.

-Tað veit Gud, eg fari avstað aftur, sigur hon.

-Eg fari ikki heim aftur til Føroya beinanvegin eg eri liðug at lesa. Kanska út í heim at arbeiða, sigur hon og tað er týðuligt, at hon hevur verið ovstutt heiman.

Singapore er ein millumstøð fyri ferðandi fólk. Her hitta vit fólk, íð hava verið á langari ferð, sum eru troytt og mett av upplivingum og sum bert hugsa um tað kenda har heima, meðan tey bíða eftir flogfarinum. Her hitta vit eisini fólk, sum hava verið úti í styttri skeið. Tey eru fylt av eldhuga og eru kedd av at fara heim aftur longu. Ein slík var Halldis.


Longdist burtur

Halldis er gott og væl miðskeiðis í tannlæknalesnaðinum á Tannlæknaháskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur tvey ár eftir.

? Eg hevði ætlanir um at fara út at ferðast. Kanska fór leiðin at ganga til Suðuramerika, eg var ikki vís í tí, men eg ætlaði ikki at ferðast við ryggsekkinum. Eg hoyri til Brøðrasamkomuna og í henni hitti eg ein mann, sum kendi ein tannlækna, ið arbeiddi á Papua Ný Guinea. Hann er amerikanari og eitur Craig Rice. Hann arbeiðir fyri New Tribes Mission og Brøðrasamkoman hevur samband við hendan felagsskap. Eg setti med í samband við hendan tannlækna og alt var leyst og liðugt beinanvegin. Vit avtalaðu, at eg skuldi hjálpa honum á tannlæknastovuni, sigur Halldis Grønastøð.

-Alt gekk so skjott fyri seg. Eg byrjaði at hugsa um hetta í januar og stutta tíð eftir var eg stødd á Papua Ný Guinea. New Tribes Mission arbeiðir við at boða evangeliið í ættarbólkum, sum ikki hava hoyrt tað fyrr á egnum máli. Graig Rice arbeiðis sum tannlækni hjá starvsfólkunum hjá New Tribes Mission, sigur Halldis.

- Tá eg fór avstað, so visti eg ógvuliga lítið um hvussu virðurskiftini vóru, har eg skuldi arbeiða. Eg visti, at tannlæknin hevði eina tannlæknastovu og at hann bygdi eina nýggja. Eg visti eisini at hann hevði nýmótans útgerð, sum var á jøvnum føti við útgerðina í vesturheiminum. Eg royndi at lata vera við at ímynda mær hvussu viðurskiftini vóru fyri ikki at gerast vónbrotin.


Tilafturskomið

Støðin, sum Halldis arbeiddi á lá í hálendinum. Ferðasambandið er vánaligt og ofta er neyðugt at nýta flogfør út til tað ymisku bygdirnar. Tú kann velja í millum at fara til gongu í einar tveir dagar, ella nýta eina løtu í flogfari.

? Eg hevði ikki tær stóru ambitiónirnar um at siggja nógv av landinum, tá eg kom til Papua Ný Guinea, men eg kom tó víða um. Landið er tilafturskomið og fólkið er fátækt.

? Eg hevði sjálvandi áhuga fyri tonnunum hjá fólki. Eg legði merki til beinanvegin, at fólk høvdu rímuliga góðar tenn. Eg fekk at vita, at tey hava ikki nógv hol, heldur eru tenninar slitnar hjá eldri fólki. Tenninar eru ofta reyðar. Hetta kemst av, at fólk tyggja eina rót ið verður kallað bunai. Hon hevur reyðan lit og hon stimbrar, sigur Halldis.


Trekti tenn

?Eg var og vitjaði í eini lítlari bygd, har vit skuldu hjálpa til at byggja eini hús. Eg hevði tikið tannbustir við og eisini tól at trekkja tenn. Aftaná gudstænastuna sunnudagin lærdi eg bygdarfólkið at busta tann og seinni um dagin fór eg at trekkja tenn. Eg doyvdi áðrenn eg trekti. Tenninar sum eg trekti stóðu ikki til at bjarga. Langt er til næsta tannlæknar og fólk hava hvørki tíð ella ráð at vitja ein rættuligan tannlækna. sigur Halldis.

? Dagurin gjørdist eisini hendaríkur seinni. Ein maður í bygdini hevði høgt seg við eini øks í beinið. Ein doktari var í bygdini og eg slapp við honum at hjálpa upp á mannin. Teir høvdu surrað band um beinið fyri at steðga bløðingini. Maðurin vað borin inn í eitt hús og lagdur mitt á gólvið. Eitt ?bal? var mitt á gólvinum.. Her vóru ikki serliga steril viðurskifti at hjálpa einum særdum, sigur Halldis.

?Nógvur roykur var inni. Fólk sótu kring okkum og ótu og hugdu forvitin at. Læknin gav nógv bedøvilsi og fór undir at seyma. Eg hjálpti honum. Børnini royndu eisini at sleppa sær framat og knappliga kom ein hundur snoddandi fram at okkum. Onkur tók í hann og syfti hann í leysari luft útum. Maðurin var illa á holdum komin og føldi einki í beininum. Dagin eftir hevði hann tað munandi betri og nú føldi hann aftur í beininum. Læknar mugu ansa eftir ikki at geva fólki og nógv doyvandi. Tá pínan er burtur, so halda tey, at tey eru frísk og so fara tey beinanvegin aftur til arbeiðis, sigur Halldis Grønastøð.


Brúk fyri evangeliinum

Halldis er ikki í iva um, at tað er eitt gott arbeiði New Tribes Mission ger á Papua Ný Guinea.

? Hesi fólk hava nógv brúk fyri evangeliinum. Tey liva í myrkri og trúgva uppá gand. Óttin er ein stórur partur av gerandisdegnum. Tað óttast, at onkur skal ganda tey, biðja ilt fyri teimum og tey nýta nógva orku til hetta. Eftir at tey hava hoyrt gleðiboðskapin, so eru tey ikki so óttafull longur, sigur Halldis.

- Munur er á ættbólkum, sum hava hoyrt evangeliið og tey sum ikki. Hóast Gud er komin inn í teirra liv, so er gerandisdagurin stríggin, men óttin er burtur. Tey hava fingið ein annan frið. Ættbólkarnir sum hava hoyrt gleðiboðskapin, eru betri fyri. Vit hjálpa teimum, tey læra at lesa og eitt nú barna deyðin er minkaður niður í einki. Tey hava nú atgongd til pensilin, sigur hon.

Meðan Halldís var á Papua Ný Guinea nýtti hon eisini høvi at vitja føroyskar trúboðarar. Hon vitjaði millum annað familjurnar Petur Hansen úr Klaksvík og Sonny Poulsen, Sonny er sonur Rasmus og Halldóru av Sandi. Hon var eisini ógvuliga hugtikin av teirra arbeiði. Tey duga lokala málið og samkoman hjá hesum veksur. Hon møtti eisini Poul Joensen. hann og konan arbeiða í eini lítlari bygd, har bert 100 fólk búgva. Nógvir føroyskir trúboðarar arbeiða úti í heimi. Bert úr samkomuni Bethesta í Klaksvík eru 18 fólk úti í løtuni.

Starvsfólkið hjá New Tribes Mission arbeiðir uttan løn. Hedan missión skipar fyri, meðan samkomurnar heima fíggja við innsavningum