David vinnur gull

Um vikuskiftið luttók David Kunoy frá Tórshavn Boksing í altjóða bokseturneringini Greiken Pokal í Rostock, Týsklandi – ein stór kapping fyri A- og B-boksarar við yvir 500 luttakarum.

Tíðindaskriv:

Fríggjadagur: David varð vigaður inn og vektin var perfekt. 

 

Leygardagur: David boksaði umkring klokkan 19 føroyska tíð. Í dystinum á 3 x 3 minuttir vóru báðir boksarir sera virknir, men David tók greitt yvir – serliga við síni sterku konditión, sum hann er kendur fyri. Í 2. umfari var mótstandarin væl troyttur, og tíðliga í 3. umfari valdi dómarin at steðga dystinum, tí mótstandarin megnaði ikki at fylgja við. David fekk tó eina fliku yvir eygað eftir einum samanstoyti, og tískil skuldi ein lækni hyggja nærri at hesum.

 

Sunnudagur: David vigaðist aftur uttan trupulleikar og var klárur og sera motiveraður til finaluna. Tíverri valdi læknin at taka hann úr dystinum vegna hansara fliku – ein avgerð, vit sjálvandi virða, hóast vit hildu, at hann kundi havt boksað. Trygdin kemur altíð fyrst.

 

Hóast David eftir reglum skuldi fingið silvur, valdu fyrireikararnir at geva honum gullið – sum takk fyri hansara sterka avrik og langu ferð til kappingina.

 

Eitt sindur av vónbrot er sjálvandi at merkja, tí David vildi fegin boksa finaluna, men bæði Tórshavn Boksing og venjari Martin Meng Wojciechowski eru ómetaliga errin av David. Hann vísir ótrúliga góð úrslit og er eitt framúrskarandi umboð fyri føroyska boksing á altjóða pallinum.

 

Gullið er komið heim – og vit eru klár til meira!

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##