Seinnapartin spældi liðið Mikkjal K. Thomasen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm trettanda dystin í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.
Á Studenternas Idrotsplats leikvøllinum í universitetsbýinum, Uppsala endaði dysturin millum Sirius og AIK við óvæntaðum 3-1 sigri til heimaliðið, ið er fjórðaftast í deildini.
Sirius var á odda 2-0 í steðginum. Johan minkaði um munin til 2-1 í 57. minutti, men átta minuttir seinni skoraði heimaliðið til 3-1.
Talan er um fyrsta tapið hjá AIK Stockholm hetta kappingarárið.
AIK er triðfremst í deildini við 26 stigum fyri 13 dystir. Teir hava fýra stig upp til oddaliðið, Mjällby sum hevur 30 stig.
Nú verður ein steðgur í Allsvenskan í ein lítlan mánað. Komandi kappingardystur hjá AIK Stockholm verður á Strawberry Arena leikvøllinum, sunnudagin 29. juni. Tá kemur gamla stórliðið. IFK Göteborg á vitjan.
15. juni spælir AIK venjingardyst móti verandi norsku meistarunum, Bodø/Glimt, ið rukku hálvfinalunum í Europa League.